Fíggjarliga óskilið í FC Barcelona er eftirhondini væl lýst, men hóast tað verður felagið javnan sett í samband við spælarar sum Robert Lewandowski, Jules Kounde, Raphinha, Bernardo Silva og í vikuni enntá Neymar. Fyrrverandi forsetavalevnið, Toni Freixa, sum eisini hevur sitið í leiðsluni, ávarar nú viðhaldsfólkini.
- Tit vita at hvørki Lewandowski, ella Kounde, ella Raphinha, ella Bernardo kom til felagið? Tað vita tit, ha?, skrivaði Toni Freixa á Twitter.
Stutt seinni greiddi hann frá í útvarpssending, at tað er ongin kjansur at FC Barcelona kann keypa slíkar spælarar í summar. Hann sigur, at FC Barcelona selur royk.
- Tað kemur kanska ein spælari inn, men bara um FC Barcelona eisini selur spælarar. Tað, sum leiðslan sigur passar ikki við veruleikan. Tí havi eg ongan annan møguleika, enn at ávara viðhaldsfólkini, sigur Toni Freixa.
Ein søluvøra sigst vera Frenkie de Jong. Hollendski miðvallarin kom til FC Barcelona frá Ajax í 2019, har Erik ten Hag var venjari. Hann er nú venjari hjá Manchester United, ið leitar eftir styrki til miðvøllin. Bretskir miðlar skriva, at Manchester United er í holt við at keypa spælaran, og at FC Barcelona hevur ringt við at standa ímóti, tí fíggjarliga trýstið er so stórt á felagið.