FC Hoyvík lumpaði víkingarnar

1 DEILD: Hóast talan var um mest sum spæl á eitt mál, so fóru gestirnir úr Sarpugerði við einum stigi

Tað kemur meiri enn so fyri í fótbólti, at tað ikki gongur soleiðis, sum tølini annars kundu bent á, at tað fór at gera.

 

Í kvøld var FC Hoyvík í Sarpugerði, har næstbesta liðið hjá Víkingi átti heimavøll. Undan hesum umfarinum var Víkingur á triðja plássi við 24 stigum, og FC Hoyvík var á áttanda plássi við 11 stigum.

 

FC Hoyvík hevur ikki vunnið síðani 15. apríl, meðan Víkingur síðani 4-3 sigurin á útivølli ímóti FC Hoyvík flaggdagin hevur vunnið fýra sigrar.

 

Í kvøld hevði Víkingur 10 hornaspørk, og FC Hoyvík vann eitt hornaspark.

 

Úrslitið var 1-1, og tað var FC Hoyvík, sum eftir fyrra hálvleik var frammanfyri 1-0. Málið skoraði Vernar Restorff Olsen í 27. minutti. Hetta var fyrsta málið hjá Vernar í næstbestu deildini síðani 2020. Tá umboðaði hann 07 Vestur og skoraði tvey mál.

 

Tá ið ein tími var farin, javnaði Víkingur til 1-1. Málskjútti var Árni Nóa Atlason, sum var á vøllinum allan dystin á tamb. Hetta var triðja ferðin í ár, at Árni var málskjútti í næstbestu deildini.

 

FC Hoyvík hevur 12 stig og er fýra stig frá niðurflytingarplássi. Víkingur er á triðja plássi við 25 stigum. Tað eru seks stig fram til NSÍ, og tað eru fimm stig aftur til B36.

 

Um tvær vikur – á jóansøku – fer Víkingur at spæla á útivølli ímóti B71, og tá fer FC Hoyvík at fáa vitjan av EB/Streymi.