FC Suðuroy flongdi HB 4-1!!

Tað er ógvuliga stórur rómur í FC Suðuroy leguni í Gundadali. Suðuroyingarnir hava seinnapartin vunnið 4-1 á mega favorittunum í HB.

Meistararnir høvdu í dag møguleika at leggja seg á odda í kappinini - í hvussu so er inntil í annaðkvøld, tá ið NSÍ fer at fáa vitjan av ÍF.

Men HB tók ikki av. Fyrstu løtuna gekk tað, sum tey flestu ivaleyst høvdu roknað við.

HB var omaná, heimaliðið spældi seg til møguleikar, men tað var bara miðvallarin Milan Kuljic, sum megnaði at skora.

Stutt undan steðginum javnaði Henning Joensen við stútara eftir fríspakarsframlegging úr vinstru, og tá fóru gestirnir at tevja endurtøku frá fyrsta umfari, tá ið teir megnaðu 4-4 í Gundadali ímóti HB.

Tað gekk nógv betri hjá FC Suðuroy, enn tað gjørdi í fyrsta umfari. Stutt eftir steðgin skoraði Jón Krosslá Poulsen til 2-1 til suðuroyingarnar, og so gekk alt fyri seg eftir fyritreytunum hjá gestunum.

HB kendist illa spert og hugflogsfátækt, og tað lá meiri í luftini, at FC Suðuroy skuldi økja um leiðsluna.

Mamuka skoraði tvær ferðir í evstu løtu. Úrslitið var 1-4, og harvið er FC Suðuroy um at fáa fatur á bjargingarlínuni, meðan HB við hesi totalu eyðmýkingini hevur mist stórt í royndini at endurveinna meistaraheitið!!

 

-

 

 

90 min.

1-3: Mamuka 90.

Vanliga leiktíðin er farin.

 

----

 

80 min

1-2

HB er rættuliga skelkað! FC Suðuroy hevur síðstu løtuna verið nærri við at økja um leiðsluna, enn heimaliðið hevur verið at javna!

Gestirnir hava havt tveir sera stórar málmøguleikar, uttan at tað hevur eydnast at økja um leiðsluna!

 

----

 

70 min.

1-2

FC Suðuroy hevur lagt seg á odda. Málskjútti hjá FC Suðuroy var Jón Krosslá Poulsen, sum úr brotsteiginum setti bóltin framvið Tórði Thomsen í HB málinum.

HB hevur skift tveir spælarar: Kári Nielsen og Hanus Thorleifsson eru komnir á vøllin í staðin fyri Milan Kuljic og Rógva Poulsen.

HB roynir at svara aftur, men tað er týðuligt, at heimamenninir eru rættuliga skelkaðir!!

 

-------

 

45 min.

Hálvleikur

1-1

HB hevur havt nógvar málmøguleikar, men tað hevur bara eydnast at skjóta eitt mál. Eftir at FC Suðuroy javnaði, tóktist heimaliðið eitt sindur skelkað. Í hvussu so er vóru teir ikki so greitt omaná síðstu løtuna, sum teir høvdu verið tað frammanundan.

 

-------

 

40 min.

1-1: Henning Joensen 36.

Nú er javnt í Gundadali! Henning Joensen stútaði bóltin í málið, eftir at Jón Krosslá Poulsen hevði lagt fríspark aftarlaga úr vinstru og inn í brotsteigin.

 

-------

 

30 min.

1-0

Heimaliðið er greitt omaná, men enn hevur ikki eydnast at økja um leiðsluna, sum framvegis er eitt mál.

HB hevur havt aðrar møguleikar, men FC Suðuroy lúrir upp á møguleikar í snarálopum. Tað er rættuliga langt ímillum tey!

 

------

 

10 min.

1-0: Milan Kuljic 5.

Símun Samuelsen og Vagnur Mohr Mortensen áttu uppspælið í høgru, og tá innleggið kom, var miðvallarin Milan Kuljic púra leysur mitt fyri málinum.

HB hevur fyrstu løtuna verið greitt omaná.

 

----

 

HB-FC Suðuroy kl. 15.00

Dómari: Eiler Rasmussen

HB: Tórður Thomsen - Vagnur Mohr Mortensen,

Tórður Hreiðrasson, Rógvi Holm, Hendrik Rubeksen - Levi Hanssen, Fróði Benjaminsen,

Milan Kuljic - Símun Samuelsen, Andrew av Fløtum, Rógvi Poulsen

FC Suðuroy: Stanislav Kuzma - Heini Bech, Kasper Schultz, Heini Vatnsdal, Suni úr Hørg, Henning Joensen, Palli Augustinussen, Teitur Tausen, Martin Tausen, Jón Krosslá Poulsen - Mamuka Torondjatse