FC Suðuroy, sum nú aftur er eitt sjálvstøðugt felag, hevur havt aðalfund og nevndirnar hava skipað seg. Julius V. Joensen heldur fram sum formaður, skrivar Suðuroyarportalurin.
Starvsnevndin er mannað við Julius V. Joensen sum formanni. Eyðbjørn Thomsen er næstformaður og skrivari, meðan Óli Holm er peningarøkil, skrivar sudurras.fo
Formaður í fótbóltsdeildini er Kári í Lágabø. Formaður í ungdómsdeildini er Rógvi Kjærbo. Hans Micheal í Lágabø er formaður í nýstovnaðu stuðulsnevndini. Varalimir í starvsnevndinieru Torri Thomsen og Jón Pauli Olsen.
Fótbóltsnevndin er annars mannað soleiðis: Kári í Lágabø (formaður), Birni Kærbech, Uni Egilsnes.Ungdómsnevndin: Rógvi Kjærbo (formaður), Dánjal Johan Joensen, Heidi Kilgour, Amy Thomsen, Jonni Joensen og Sigmar Djurhuus.
Besta liðið hjá FC Suðuroy hevur seinast tvey árini verið partur av samstarvið við TB og Royn. Hetta samstarvið er ikki longur, og FC Suðuroy skal nú spæla í 2.deild, sum er triðjbesta deildin.