FC Suðuroy er aftur í fremstu røð

1. DEILD: Betri deildar fagnaður verður á Vágseiði um eina viku

Tað endaði málleyst, tá ið FC Suðuroy í dag var á Argjum. Úrslitið ber við sær, at tað nú er greitt, at FC Suðuroy í 2025 fer at spæla í bestu deildini. Síðsti dysturin í ár verður fríggjadagin, tá ið teir næstbestu hjá NSÍ vera gestir á Vágseiði. Tað er greitt, at tá verður fagnaður um uppflytingina.

 

FC Suðuroy hevur undan síðsta umfari 45 stig. FC Suðuroy er á øðrum umfari, og tað er greitt, at uttan mun til, hvussu tað fer at hilnast í heimadystinum ímóti NSÍ, so fer FC Suðuroy at enda á heiðursmerkjaplássi, og tað ber aftur við sær, at liðið er flutt upp í bestu deildina.

 

Í 26 umførum hevur FC Suðuroy vunnið 45 stig. Liðið hevur vunnið 11 dystir, 12 eru endaðir við javnleiki, og tríggir eru taptir. Málmunurin er 51-33.

 

Venjari hjá FC Suðuroy er Pól Thorsteinsson. Hann var eisini venjari í fjør, tá ið tað endaði við, at FC Suðuroy vann 2. deild og uppflyting í 1. deild.

 

FC Suðuroy hevur ikki verið í bestu deildini síðani 2015, tá ið liðið endaði á níggjunda plássi og flutti niður í næstbestu deildina. Í 2017 og 2018 var FC Suðuroy í bestu deildini við felagsliðið saman við TB og Royn. Í 2019 og 2020 var FC Suðuroy í 2. deild, í 2021 í 1. deild og í 2022 og 2023 í 2. deild. Í fjør fluttu Pól Thorsteinsson og FC Suðuroy upp í 1. deild, og nú er tað greitt, at tað í 2025 aftur verður fótbóltur í bestu deildini á Vágseiði.

 

Málleysi javnleikurin í dag ber við sær, at møguleikin hjá AB at flyta upp í bestu deildina er burtur.

 

##med2##