Eitt av niðurflytaraliðunum í Effo-deildini í ár var FC Suðuroy.
Tað hevur ikki verið nógv nýtt at frætt úr FC Suðuroy síðani kappingarenda, men í kvøld er kunngjørt, hvør skal venja besta liðið hjá felagnum komandi kappingarár.
Tað vera teir tríggir leikararnir frá í ár, Palli Augustinussen, Mamuka Torondjadze og Ioba Rashvili, sum allir er usettir sum høvuðsvenjarar.
Tað er sostatt eydnast FC Suðuroy at varðveita fleiri av stóru profilunum frá kappingarárinum í ár, og tí tykist lítil ivi vera um, at FC Suðuroy ætlar sær at flyta beinleiðis upp aftur í Effo-deildina.
FC Suðuroy boðar harafturat frá, at felagið hevur gjørt nýggjar sáttmálar við Óla Andreas Juul Johannesen, Teitur og Tóka Krossla Mortensen, Hans Jacob við Kvíggjá, Kára Kjærbæk, Rana A. Johansen, Eiler Brattalíð, Ari Krosslá Poulsen, Janus Augustinussen og Gutta Kristiansen til komandi kappingarár.