FC Suðuroy leggur ikki kongin

1. DEILD: Hóast teir vóru aftanfyri við tveimum málum, so eydnaðist tað síðsta hálva tíman gestunum í Runavík at vinna eitt stig

FC Suðuroy stríðist fyri lívinum í næstbestu deildini. Í dag vóru teir í syðra hálvu í Suðuroy norðuri í Runavík.

 

Nú rigga teir til at fara suður aftur, og í viðførinum hava teir eitt stig. Úrslitið var 2-2.

 

Inntil ein lítil tími var farin, sá tað ikki gott út. Mikkel Jakobsen, sum var á vøllinum í fyrra hálvleiki, var einasti av teimum, ið plagar at vera á listanum hjá besta NSÍ liðnum, legði fínt innfyri, og Atli D. Petersen skoraði til 1-0.

 

Tá eitt lítið korter farið, og støðan helt sær, inntil seinni hálvleikur var tíggju minuttir gamal. Tá økti Jógvan Højgaard um munin til 2-0 við brotssparki.

 

Tá kendist mótbrekkan tung hjá FC Suðuroy, men tað eydnaðist at svara aftur bara tveir minuttir seinni. Tá bríkslaði dómarin, Aron Sofus Vest, fyri brotssparki til FC Suðuroy, og Jón Krosslá Poulsen um setti úr ellivu metrum og so var 2-1.

 

Tíggju minuttir seinni var javnt. FC Suðuroy átti horna í vinstru, og Ivan Zivkovic átti uppleggið, tá ið bólturin ferðaðist til handara stólpa, har Fríði Holm við knænum stýrdi bóltin í nettakið.

 

NSÍ var meiri á bóltinum, men gestirnir hóttu onkra ferðina í mótálopum.

 

Besta møguleikan at skora sigursmálið fekk Kári Hansen hjá NSÍ, tá ið hann lítla løtu undan leikloki sneiddi seg leysan í vinstru og sendi bóltin framvið Rana Nolsøe Johannesen í FC Suðuroy málinum. Bólturin tók í tvørtræið og handara stólpan, áðrenn hann endaði í favninum á málverjanum.

 

FC Suðuroy er aftast við 21 stigum fyri 21 dystir, og NSÍ er á fjórða plássi við 34 stigum fyri 22 dystir.

 

Fríggjakvøldið skal NSÍ spæla á útivølli ímóti AB, og FC Suðuroy fer um eina viku at spæla í Klaksvík.