Mikukvøldið varð útsetti illveðursdysturin millum NSÍ og FC Suðuroy spældur. Tá endaði tað 1-1. Teit Hjelm legði fimm minuttir undan steðginum FC Suðuroy á odda, og 10 minuttir undan leikloki javnaði Teitur Knudsen til 1-1.
Í dag var FC Suðuroy í Klaksvík. Tað endaði 2-2. Men leingi sá tað út til, at suðuroyingarnir skuldu fara við øllum stigunum.
Tá ið eitt korter var farið, var FC Suðuroy frammanfyri 2-0 við málum, sum Pætur Augustinussen og Hans Fríður Müller skoraðu. Miðskeiðis í fyrra hálvleiki minkaði KÍ um munin, men so megnaði FC Suðuroy at halda tørn um 2-1 leiðsluna, inntil vanliga leiktíðin var farin. Tá javnaði KÍ til 2-2. Málskjútti var innskifti Jóhan Josephsen.
FC Suðuroy hevur 16 stig og er væl við í kappingini um tey bæði plássini, sum bera uppflyting til bestu deildina við sær.
KÍ er mitt á talvuni við 11 stigum.
Um eina viku fer KÍ at spæla á útivølli ímóti HB, og um eina viku fer FC Suðuroy aftur í Eysturoy. Tá verður mótstøðuliðið Víkingur.