FC Keypmannahavn er tað liðið, sum hevur fingið flest stig, síðani superligan byrjaði aftur í mars. FCK hevur vunnið seks dystir, spælt ein javnan og tapt ein, og tað hevur sent teir á beina meistarakós. Brøndby hevur tapt tríggjar dystir, og tað hevur kostað í oddastríðnum. AC Horsens við Johan Byrial Hansen í hópinum er nummar 7 í røðini, og AaB við tveimum føroyskum spælarum er næstaftast, tá ið tað ræður um dystir, sum eru spældir í ár. AaB hevur ongan dyst vunnið, men hevur skavað sær seks javnleikir saman.