FCK hølvaði Esbjerg av

Við sannførandi spæli - serliga í seinna hálvleiki, vant FCK burturúr Esbjerg og sostatt er enn kapping um oddasessin í Superliguni

FCK hevur fingið eina góða byrjan uppá várhálvuna, og eftir stórsigurin hjá FCK á Esbjerg skal Brøndby ansa sær. FCK sær út til at hava funnið stórspælið aftur, sum tryggjaði teimum meistaraheitið í fjør. Vegurin upp til oddaliðið er enn 7 stig, men um Brøndby missur fleiri stig, kann tað lættliga gerast ein sannur gysari um meistarheitið.

Tamur fyrri hálvleikur
FCK venjarin hevði aftur valt at byrja vid Toda og Zuma í álopinum, men lítið sást til teirra í fyrra hálvleiki. FCK-spælið tóktist heldur trilvandi fyrsta hálva tíman, og langt var ímillum møguleikarnar. Tó megnaði FCK seinastu tíggju minuttirnar av fyrra hálvleiki at trýsta Esbjerg somikið, at tað spurdist eitt mál burturúr. Tað var komandi Schalke 04 spælarin, Christian Poulsen, sum eftir bandaspæl vid Toda Jónsson setti bóltin í netið úr spískum.

Todi rættiliga eyðsýndur
Meðan fyrri hálvleikur ikki var serliga væl spældur, spílaði FCK seg rættiliga út í seinna hálvleiki. Ikki vóru meira enn fimm minuttir farnir, áðrenn støðan var 3-0. Eftir uppspæl í høgru kom bólturin innfyri, og Todi kundi lættliga seta fótin á og økja um FCK-leiðsluna.
Løtu seinni førdi vánaligt Esbjerg-verjuspæl til, at Zuma púra leysur slapp at leggja bóltin í Esbjerg-málið. Alópsparið Todi og Zuma var væl fyri í Parkini sunnudagin, og lítið er at ivast í, at parið er fyrsta val á álopsplássunum. Nýkeypti Erik Mykland og Christian Poulsen vóru eisini sannførandi á miðvøllinum hjá FCK. Todi legði upp til tað fjórða málið, sum Morten Bisgaard stóð fyri eftir enn eitt bandaspæl vid føroyingin. Zuma og Bisgaard skutu hvør sítt mál aftrat til endaligu støðuna 6-0.
Todi spældi allan dystin sunnudagin, og tað tykist sum, at hann er við at verða heilt klárur eftir drúgva skaðan. Hann var við í nógvum, og við einum máli og tveimum uppleggum verður tað sera torført hjá kappingarneytunum at rista Toda av sínum plássi í álopinum.