SUPERLIGAN
FCK er framvegis oddalið í superliguni. Sunnudagin vunnu teir 1?0 í Odense ímóti OB. Harvið megnaði eykamálverjin, Rune Pedersen, at halda tætt fyri fjórðu ferð á rað. Magnus Kihlsted er framvegis skaddur, og nú heldur eykamálverjin, at avrikini hjá honum leggja upp til, at hann ikki bara soleiðis uttan víðari verður skiftur út, tá svenski málverjin verður tøkur aftur.
Todi Jónsson var ikki við í Odense. Sambært heimasíðuni hjá felagnum var hann smáskaddur. Í álopinum vóru Peter Møller og Jörgen Pettersson. Teir høvdu ikki nógvar royndir ímóti málinum, og í 2. hálvleiki skoraði svenski álopsspælarin, sum sunudagin fylti 27 ár, einasta málið í dystinum. Uppleggið átti Thomas Røll í vinstru, og nú hevur Pettersson skorað tvær ferðir upp í slag.
Zuma var ikki serliga eyðsýndur í høgru, og tá Jörgen Pettersson noyddist at fara av vøllinum, tí hann var skaddur, varð Zuma fluttur í fremstu røð.
Hetta var fjórða ferðin á rað, at OB ikki megnaði at gera mál.
Herverk í fleiri førum
Fríggjakvøldið tapti AGF á heimavølli 3?1 ímóti Viborg. Søren Frederiksen skoraði tvey mál og lyfti seg harvið upp á máltindin.
Bæði í hesum dystinum, og tá Brøndby sunnudagin var í Farum, gjørdu áskoðararnir so nógv um seg, at løgreglan noyddist at leggja uppí, og fleiri vórðu handtikin bæði í Århus og í Farum. Eftir at tað ítróttarliga hevur gingið sum eftir ánni í superliguni higartil í ár ? enn er eingin dystur endaður við javnleiki ? verður harmast nógv um hetta.
Á vøllinum í Farum legði heimaliðið seg á odda beinanvegin, og teir hildu leingi tørn ímóti Brøndby. Men so vísti breiddin seg at vera størri hjá gestunum, og tá Kasper Dalgas skoraði sigursmálið var talan um mál av nett sama slag, sum tá Kurt Mørkøre skoraði sigursmálið ímóti HB í Klaksvík fyrr í summar.
Tað er ikki so langt síðani, at Michael Laudrup og Brøndby vóru í kreppu. Nú hava teir vunnið tríggjar dystir á rað, og Brøndby er komið tætt upp undir oddaliðini.
Fíggjarliga illa sperdir
Silkeborg hevði vitjan av Esbjerg. Heimaliðið hevur leingi verið illa spert fíggjarliga. Í vikuni, sum fór, kendu spælararnir seg noyddar at fara 25 prosent niður í løn. Á vøllinum hevur tað eisini verið sera soltið. Hesa ferð høvdu teir vitjan av Esbjerg, og úrslitið var 1?1.
Í AB stendur tað heldur ikki væl til fíggjarliga. Teir vóru í Ikast, og har var úrslitið eisini 1?1.
Í Køge hildu teir 75 ára føðingardag. Spælið var einki at siga til, men AaB fór avstað við øllum stigunum, tí teir vunnu 2?0. Annað málið var sjálvmál, og heimaliðið hevði størsta partin av tíðini meiri spæl og fleiri møguleikar. Men tað eru málini, sum telja.