Hóast tað eru sjey stig á muni, og hóast tað bara resta sjey umfør í landskappingini, so er tað kortini ein veruleiki, at ein lítil vón er kveikt hjá Toda Jónsson og hinum í FCK.
Vónina hava teir fingið, eftir at teir síðani hóskvøldið hava vunnið seks stig í tveimum torførum uppgávum á útivølli, samstundis sum erkafíggindarnir úr Brøndby fríggjakvøldið púra óvæntað taptu sjónvarpsdystin á útivølli í Gladsaxe móti AB 4-2.
? Vit skulu spæla móti Brøndby í Parkini. Skulu vit hava nakran møguleika at røkka DM heitinum, so skulu vit sjálvsagt vinna ta uppgerðina. Gera vit tað, so eru fýra stig á muni, og tey skulu vit draga inn við at vinna hvørja ferð, samstundis sum teir tapa tvær ferðir. Skal tað eydnast, so skal nógv ganga okkum eftir vild, men møguleikin er har, og vit mugu trúgva honum, sigur Todi Jónsson úr Keypmannahavn.
Hansara leiklutur á vøllinum hevur ikki verið serliga stórur hesar báðar dystirnar, sum FCK hevur vunnið. Hóskvøldið, tá FCK vann í Aalborg, var Todi leikbannaður, og sunnudagin spældi hann bara 2. hálvleik. Hann var illa forkølaður síðst í vikuni, men fór kortini við til Odense.
Tá Todi kom á vøllin var støðan 0-0. Hann avloysti David Nielsen, sum hevði verið í álopinum saman við Thomas Thorninger.
Tá tveir minuttir vóru farnir av 2. hálvleiki fekk Todi eitt fríspark uttanfyri brotsteigin. Tað smekkaði fyrrverandi OB spælarin Carsten Hemmingsen í kassan. Løtu seinni fekk Todi eitt hornaspark, og Diego Tur sendi innleggið í málið. OB minkaði um munin, tá 89 minuttir vóru farnir.
Todi Jónsson fekk ein góðan møguleika. Bjarne Goldbæk stakk fram ímillum, so Todi av miðjuni kundi renna móti Lars Høgh. Royndi málverjin bíðaði leingi við at leypa út, og tá Todi um brotssparksblettin royndi at fara framvið honum, gjørdist dragingin ov long, og so spurdist ikki meiri burturúr.
Silkeborg, sum FCK kappast við um næstfremsta plássið, spældi 2-2 í Aarhus móti AGF. Lyngby vann 2-1 á heimavølli móti AaB, og Aarhus Fremad vann óvæntað 2-1 í Ikast.
Jákup Mikkelsen og Herfølge taptu 4-2 á útivølli móti Vejle. Vejle er millum fýra tey bestu liðini í superliguni, og tað er altíð torført at spæla móti teimum í Nørreskóginum. Tá hæddarpunktini vórðu víst í donskum sjónvarpi, vildi viðmerkjarin vera við, at Jákup hevði verið eitt sindur passivur, tá fyrsta málið kom, men tað var sera torført at gera við. Innleggið varð frá fremra stólpa snittað við høvdinum í handara síðunetið.
Tað hevur ikki verið serliga stuttligt hjá Jan Allan Müller og Esbjerg síðstu vikurnar, men í vikuskiftinum glógvaði aftur. Teir vunnu 3-2 á heimavølli móti Hvidovre, og Jan Allan, sum ikki hevur verið fastur maður síðstu vikurnar, spældi allar 90 minuttirnar, men hann skoraði ikki.
Nógv á skránni
Jákup og Todi hava nógv at síggja til, og serliga hjá Toda verður tað strevið komandi vikurnar, tí FCK er framvegis við í steypakappingini.
Í annaðkvøld skal FCK spæla fyrru semifinaluna í steypakappingini móti Ikast. Tað verður í Parkini. Sama kvøld skulu Jákup og teir til Aarhus at spæla sera týdningarmiklan dyst móti Aarhus Fremad. Sunnudagin kemur AGF í Parkina at vitja FCK, og Herfølge fær vitjan av OB, sum er í sera stórum niðurflytingarvanda. Í 1. deild skal Esbjerg til Viborg í annaðkvøld.
Støðan: Brøndby 59, FCK 52, Silkeborg 49, Vejle 43, AB 37, Lyngby 36, AaB 35, AGF 33, Herfølge 26, Aarhus Fremad 22, OB 19 og Ikast 16 stig.
Í 1. deild hevur Esbjerg 26 stig. Møguleikin fyri uppflyting er fokin. Sigurin á Hvidovre gjørdi, at teir fingu eitt sindur av luft til niðurflytingar hóttanina. Bestu liðini niðanfyri strikuna hava 21 stig.