FCK nærkast toppinum

Todi Jónsson er framvegis plágaður av skaðanum, hann fekk í Føroyum fyri smáum tveimum vikum síðani

Lagið var einki serligt í Aalborg mánakvøldið. FCK var á vitjan, og teir 7.163 áskoðararnir sóu gestirnar vinna 2?1 og harvið fara við øllum stigunum. Harvið er AaB komið so tætt at botninum, at talan verður um botndyst, tá AGF og Óli Johannesen komandi sunnudag fara at vitja í Aalborg.

Men tað píndi áskoðararnar uppaftur meiri, at Ståle Solbakken, sum inntil fyri tveimum vikum síðani var stóra miðvallarstjørnan og mest avhildni spælarin í AaB, hesa ferð umboðaði FCK. Tað gjørdi norðmaðurin so frágera væl, at hann av hyggjarunum hjá TV3+ varð kostin besti maður á vølli, og tað var ikki so undarligt.

AaB kom á odda í 13. minutti eftir hornaspark. FCK var leingi illa kroyst av heimaliðnum, sum ferð eftir ferð spældi seg ígjøgnum í borðunum. Men eftir ein hálvan tíma var ein annar norðmaður hjá FCK, Harald Brattbakk, brádliga púra leysur á AaB hálvuni. Hann megnaði at halda verjuspælararnar aftanfyri seg, dró ímóti málinum og setti bóltin við síðuna av Jimmy Nielsen og í málið til 1?1.

Í 2. hálvleiki hevði FCK betri tak á. Og í 65. minutti fingu teir sigursmálið. Málskjútti var eingin annar enn Ståle Solbakken, sum í 2. hálvleiki var sannur miðvallargeneralur. Málið var meinlíkt tí, sum Dánial Hansen úr NSÍ sunnudagin stútaði ímóti B68.


Todi er á veg

Undan vikuskiftinum ljóðaði í onkrum donskum fjølmiðlum, at Todi Jónsson skuldi vera í FCK hópinum mánakvøldið. Todi var ikki í Aalborg. Hann sat heima við hús í Keypmannahavn og fylgdi við og frøddi seg um, at hansara lið nú hevur vunnið tríggjar dystir á rað.

Sjálvandi vil Todi fegin spæla við hvørja ferð, og tað er neyvan nakrar vandi fyri, at hann ikki sleppur framat, tá hann verður tøkur aftur. Bæði hesa ferð og tá FCK mikukvøldið vann 1?0 á heimavølli ímóti AB, var Thomas Thorninger á miðvallarplássinum í vinstru. Avrikið hjá honum hesar báðu ferðirnar bendi ikki á, at plássið hjá Toda er hótt.

Síðani landsliðsferðina í Føroyum hevur Todi fingið viðgerð í lærinum, og hann hevur vant fyri seg sjálvan. Í gjár var møguleiki fyri, at hann í dag ella í morgin fer at venja saman við hinum.

FCK, sum bara er tvey stig frá oddasessinum, skal sunnudagin spæla á heimavølli ímóti OB, sum hevur Johan B. Hansen í hópinum.

Sum nevnt omanfyri so skal AGF við Óla Johannesen í hópinum spæla í Aalborg. Herfølge og Jákup Mikkelsen skulu sunnudagin spæla á heimavølli ímóti FC Midtjylland.