FCK smurdi Torpedo Zhodino av – AGF er útsligið

Tað var lagt upp til eitt evropeiskt fótbóltskvøld, nú seinnu dystirnir í Conference League umfarinum skuldu leikast. Tvey donsk lið spældu í kvøld, og vóru tey í heilt ymiskum støðum, tí FCK vann ein tryggan 4-1 sigur í fyrsta dysti, meðan AGF tapti 2-1 fyri Norður-írska Larne.

 

 

 

Tað var lagt upp til eitt evropeiskt fótbóltskvøld, nú seinnu dystirnir í Conference League umfarinum skuldu leikast. Tvey donsk lið spældu í kvøld, og vóru tey í heilt ymiskum støðum, tí FCK vann ein tryggan 4-1 sigur í fyrsta dysti, meðan AGF tapti 2-1 fyri Norður-írska Larne.

 

 

 

FCK hava higartil bert ognað sær tvey stig í landskappingini, hóast teir hava leikt tveir á pappírinum lættar heimadystir. Tískil skuldu aðrir bollar í súpanina í kvøld, og soleiðis bleiv eisini. Venjarin, Jess Thorup, framdi heili seks broytingar í byrjanaruppstillingini í mun til seinasta Superliga dyst. Fleiri ungir mans byrjaðu inni í dag, og hetta vísti seg at verða ein góð avgerð. Tað vóru nevniliga William Bøving, Rasmus Højlund og Kevin Diks, ið skoraðu málini fyri FCK í kvøld. Tríggir ungir mans, ið allir vóru nýggir í byrjanaruppstillingini.

 

 

 

FCK stýrdu dystinum, og fingu serliga í seinna hálvleiki gagnýtt mongu mistøkini í Zhodino verjuni. Dysturin í kvøld endaði heili 0-5 til FCK. Teir skulu spæla ímóti Lokomotiv Plovdiv, ið eru úr Bulgaria í komandi umfari.

 

 

 

Torpedo Zhodino-FCK 0-5

 

27´ 0-1 Kevin Diks

 

66´ 0-2 William Bøving

 

68´ 0-3 Rasmus Højlund

 

75´ 0-4 William Bøving

 

90´ 0-5 Rasmus Højlund

 

 

 

Vónbrotið AGF lið

 

AGF taptu heldur óvæntað fyrra dystin móti norður-írska Larne. Eitt úrslit ið varð umtalað sum ein fiasko fyri danskan fótbólt. Í dag skuldi AGF sostatt fáa eina uppreisn, tá ið Larne vitjaði í Aarhus. Leikferðin var heldur lág at byrja við. AGF fingu ikki spælið at koyra, men tað gjørdist enn verri í 26.minutti, tá ið íslendski Jon Thorsteinsson bleiv útvístur. Hann fekk sítt seinna gula kort í royndini at vinna sær eitt brotsspark. Hann gjørdi nevniliga tað, ið tykist at alt ov útbreitt, tá ið hann tilgjørt lat seg detta.

 

 

 

Larne stóð seg væl í verjupartinum og valdu ikki at leypa á við nógvum monnum. Beint fyri steðgin fingu teir tó møguleikan, tá ið Frederik Tingager gjørdi ein feil í AGF verjuni. Hetta gagnýtti Ronan Hale, og skjeyt hann bóltin í málið.

 

AGF royndi at trýsta í seinna hálvleiki, men tað bleiv ikki meira enn eitt útjavnandi mál, ið kom smáar 20 minuttir fyri leiklok. Tað var Patrick Olsen ið trygt umsetti eitt brotsspark til mál. Hetta merkir, at AGF eru útslignir úr ársins Evropa League.

 

 

 

AGF-Larne 1-1

 

45´ Ronan Hale

 

73´ Patrick Olsen