FCK úti úr dreymalandi

Apoel Nicosia, sum í summar sendi EB/Streym úr Europa-Cup, gjørdi í gjárkvøldið tað sama við donsku meistararnar úr FCK. FCK hevði annars eina 1-0 leiðslu við sær frá fyrra dystinum í Parkini, men í hitanum á Cypros gekk heilt galið hjá FCK. Fyri steðgin sótu vertirnir á øllum, og samlaði sigurin lá í luftini, tá tað í steðginum stóð 3-1 á máltalvuni. Eftir steðgin reistist FCK, og í longum løtum vórðu vertirnir trýstir í botn. Men lívgevandi málið kom ongantíð, og so má FCK staðfesta, at europisku milliónirnar ikki vera til nakað í hesum umfarinum.