Ole Tobiasen, sum er liðfelagi hjá Toda Jónsson í FC Keypmannahavn, heldur, at venjngarumstøðurnar í felagnum eru ikki nóg góðar. FCK venur á Peter Bangsvej, har gomlu leikvøllirnir og høllin hjá KB eru, men tað er ikki nóg gott fyri eitt slíkt felag sum FCK, heldur Ole Tobiasen.
Hann hevur áður spælt fyri hollendska stórfelagið Ajax, og har eru umstøður nógv betur, og tað er ein av mununum millum FCK og tey feløgini, sum FCK gjarna vil samanlíknast við.
Leiðslan í FCK hevur fyrr í ár kanna møguleikarnar fyri at venja aðrastaðni, men eingin endalig avgerð er tikin um tað, skrivar heimasíðan onside.dk