Danmark
Meðan stórur partur av donsku superliguni hevur stórar fíggjarligar trupulleikar í hesum døgum, er øðrvísi statt hjá FCK. Felagið har Todi Jónsson dagliga hevur sína gongd.
Síðani teir fyri fáum árum síðani keyptu tjóðarvøllin, Parken, hevur felagið havt risayvirskot á hvørjum ári, og enn tykist eingin steðgur at vera í hesum.
200 mió.kr.
Sostatt sigur Flemming Østergaard við danska dagblaðið, BT, at hann er sannførdur um, at um fá ár er felagið tvífalt so stórt, sum tað er í løtuni.
Eginpeningurin hjá FCK kemur í hesum mánaðinum upp um tær 200 mió.kr., og í Danmark er so einki annað lið, sum kann breggja sær av slíkum tølum.
Tað er nú heldur ikki við donsk lið, at teir í FCK vilja sammetast. Flemming Østergaard sigur, at hann metir tað vera gjørligt, at skapa eitt danskt ítróttafelag, sum er á hædd við stóru útlendsku feløgini. Hann leggur afturat, at hetta sjálvandi ikki kann gerast í einum, men upp á sikt heldur hann hetta vera gjørligt.
Ein samlað ávirkan
Til hetta krevjast pengar, og her er munur á, hvat eitt danskt og t.d. eitt enskt felag hava møguleika at forvinna.
Sjónvarpspengar og aðrar fótbóltsinntøkur eru so nógvar ferðir størri í bretskum fótbólti, men hinvegin hevur FCK so eisini aðrar inntøkumøguleikar.
Sambært útrokningunum hjá BT er tað soleiðis, at fótbóltsvirksemi felgsins gevur eitt hall upp á uml. fýra mió.kr., men at hetta so verður vunnið inn aftur aðra staðni í virkinum.
Flemming Østergaard er tó ikki samdur í hesum. Hann sigur, at tað so at siga er ógjørligt at býta roknskap felagsins upp í deildir, og siga at so og so stórur partur av inntøkum ella útreiðslum kemur úr tí og tí partinum av virkseminum.
Hann sigur, at tað er samlaða virksemi felagsins, sum skapar eina sonenvda »synergi-effekt«, soleiðis at samlaða úrslitið gerst positivt. Sum dømi um hetta nevnir hann Parkina. Áðrenn FCK keypti tjóðarvøllin, var talan um stór undirskot á hvørjum ári, men síðani hetta hevur talan bert verið um yvirskot, og onnur feløg hava øvunda FCK møguleikarnar, sum teir við hesum hava fingið.
Úrslitini um at koma
Hvørt teir nógvu pengarnir hjá FCK so eisini eru nóg mikið til, at felagið í ár kann toga seg heilt upp á fótbóltstindarnar, fer tíðin at vísa.
Tað tykist tó vist, at nógvu íløgurnar í leikarahópin nú eru um at geva avkast. Úrslitini eru betri, enn tey hava verið í nógv ár, og júst hesi mugu metast at vera týdningarmesti parturin hjá einum felag, sum vil sammetast við tey stóru í Europa.