Fyri fyrstu ferð nakrantíð fer Todi Jónsson í kvøld at spæla fyri danska felagið hjá sær, meðan føroyingar í Føroyum kunnu fylgja við í føroyska sjónvarpinum.
Fótbóltur hevur hesi seinastu árini staðfest seg sum mest áhugaverda og harvið nógv meiri brúkta undirhaldið á skíggjanum, enn tað var til fyri fáum árum síðani, og nú tykist Sjónvarp Føroya rættiliga at hava hug at halda seg framat. DR eigur rættin til europeisku heimadystirnar hjá donsku steypavinnarunum, sum eru FCK, og føroyska sjónvarpið hevur fingið eina avtalu í lag við teir, sum hevur við sær, at Todi verður at síggja á skíggjanum í kvøld.
Stóri spurningurin er so, um tað verður nakar dystur í Parkini í Keypmannahavn í kvøld.
Tað verður tað helst, men í gjár vóru teir í FCK ikki vísir í, at mótstøðuliðið fór at møta upp. Vit høvdu ítróttarliga bossin hjá FCK í telefonini tíðliga seinnapartin:
Eg havi ikki verið við til sovorðið áður. Og eg havi tykist við fyrisiting av fótbólti í nógv ár fyrst í Lyngby og so í FCK. Trupulleikin er, at tað hevur verið meiri enn torført at koma í samband við Ararat Jerevan. Vit hava snøgt sagt einki fingið at vita frá teimum. Vit hava heitt á DBU og UEFA um at hjálpa okkum, og nú eru nøkur viðurskifti avklárað. T.d. staðfestu vit týsdagin, at armenska felagið hevði ikki biðið um pláss á nøkrum gistingarhúsi í Keypmannahavn, og síðani vit fingu tað staðfest, hava vit brúkt tíð og orku at fáa tað uppá pláss. Og tað er ikki sum at siga tað, tí gistingarhúsini í Keypmannahavn hava ógvuliga nógvar bíleggingar. Nú er klokkan tvey seinnapart dagin fyri dystin, og vit hava einki fingið at vita um, hvussu nógv fólk koma úr Armenia, so tú kanst ætla, at vit undrast og bíða spent eftir, hvussu hetta fer at spæla av. Men kanska koma teir ikki fyrrenn í morgin, og so verða eingir trupulleikar við gistingarhúsinum, segði Poul Erik Peterssen, sum annars er vanur við, at slík viðurskifti koma uppá pláss í góðari tíð og at mótstøðuliðini vanliga koma til staðið, har teir skulu spæla tveir dagar undan dystinum ella í síðsta lagið fyrrapartin dagin fyri, sum dysturin verður spældur.
Ikki so stórur áhugi
FCK maðurin hevði nógv jørn í eldinum, tá vit høvdu hann í telefonini. Men hann roknar ikki við, tað verður nógv fólk á áskoðaraplássunum í Parkini í kvøld:
Vit rokna við, at tað koma einastaðni ímillum seks og átta túsund. Talan er um lítið áhugavert mótstøðulið. Vit vóna at koma víðari í kappingini og at tað verða nógv fleiri áskoðarar, tá okkurt meiri áhugavert felag kemur at vitja í 2. umfari. Áðrenn vit rættiliga fara at hugsa um og arbeiða við tí spurningum er avgerðandi, at Todi og hinir liðfelagarnar í kvøld syrgja fyri einum úrsliti, sum verður eitt gott grundarlag at fara niður til Kaukasus við um 14 dagar.
Men áðrenn vit koma so langt, so mugu vit vóna, at mótstøðuliðið kemur til Keypmannahavnar, so vit kunnu avgreiða fyrru styrkisroyndina, sigur Poul Erik Petersen, ítróttarligi leiðarin í FCK.