Tey hava nevniliga havt nógv odds ímóti sær. Aldursmunurin er 20 ár. Tey koma úr fullkomiliga ymiskum umhvørvi, og sum persónstýpur eru tey eisini totalir mótsetningar. Men tá ið tey fyri fimm árum síðani hittust fyri fyrstu ferð hendi nakað, sum tey ikki fingu lagt lok á.
Tey vórðu drigin at hvørjum øðrum.
Rakul Fríðtórsdóttir Debes var 19 ára gomul og gekk á studendaskúla. Johan í Kollafirði vigaði 110 kilo, tók 11 ymisk sløg av heiligvági og var bæði strævin og provokerandi.
Men tey funnu saman, og hóast tey – og serliga hon – hava fingið óteljandi viðmerkingar um forholdið - at tað ikki fór at halda, at tað ikki bar til - so hava tey hildið saman í fimm ár, og farna vikuskiftið giftust tey í Havn.
- Eg eri so góður við Rakul, at eg hevði gift meg við henni, um hon so var ein drongur. Tí eri eg ofta glaður um, at hon er ein sovorðin ung steik, segði Johan í Kollafirði í brúdleypinum.
- Vit rigga øgiliga væl saman. Eg fái nógv hugskot og tveiti nógvar bóltar upp í luftina, og so minnir hon meg á alt aftur. Sendir mær eini sms-boð og sigur: “Minst til, at tú skalt uppfinna eina evigheitsmaskinu áðrenn døgurða í dag”. Tað er smart, tí eg plagi at gloyma øll míni hugskot.
Fólk ávaraðu Rakul
Rakul Dalsgaard, sum hon nú eitur, er 24 ára gomul. Hon er av Argjum og er í holt við seinasta árið av lesnaðinum til pedagog. Fyri fimm árum síðani hitti hon fyrstu ferð Johan í Kollafirði.
- Eg fylgdist við eini vinkonu, og vit fóru ein túr í Mimir í Havn. Johan var har, men eg kendi hann ikki tá. Vinkonan hjá mær kendi hann, og tí prátaðu vit við hann. Hann var rættiliga droyur og provokerandi í fyrstuni, men vit komu at kennast eftir tað. Eg fann skjótt út av, at hann dugdi væl at greina og tulka, og tá ið eg fekk onkra yrking hjá Kára P at tulka í skúlanum, bað eg hann hjálpa mær, og soleiðis komu vit at kennast betur og funnu saman, greiðir Rakul frá.
Men tað var ikki júst upplagda parið, sum hevði funnið saman.
- Tá vit nú hyggja eftir onkrum myndum frá fyrstu tíðini saman, hugsi eg onkuntíð um, hvat tað var, sum hendi. Tá eg møtti Johan, tók hann 11 sløg av heiligvági fyri angist, depressión og aðrar sjúkur, drakk illa og var provokerandi. Eg skilji ikki ordiliga, hvat tað var, sum hendi.
Gulløl við á møti
Fyrstu tíðina, tá ið Johan og Rakul gingu saman, drakk Johan illa, og tað var eitt stríð hjá honum at leggja av. Stundum vóru framstig, men so datt hann út í aftur. Men so hendi tað, sum broytti hann fullkomiliga.
- Johan ringdi til mín eitt kvøldið og segði, at nakað heilt serligt var hent. Hann var bæði bangin og glaður, tí hann føldi á sær, at hann var givin at drekka. Hann kallar tað “tað bláa ljósið”, sum fekk hann at leggja av. Tað hendi simpelten frá einari løtu til aðra, og síðani hevur hann ikki drukkið. Eg hevði ikki klárað at fingið hann at lagt av, og hann hevði neyvan klárað tað sjálvur, men tað hendi eitt undur, sigur Rakul.
Rakul og Johan Dalsgaard skulu búgva í Fámará í Suðuroy, har tey gera avbyrgdu húsini í stand.
***
Yngsta fólk í Svínoy
“Altso, heilt erliga, Sólvá: Blívur tú ikki snedig av at búgva einsamøll harúti í Svínoy?”. Henda spurningin hevur 24 ára gamla Sólvá Eyðunsdóttir Jacobsen mangan hoyrt. Tá hon enn einaferð fekk henda spurningin settan av Oyggjablaðnum, fall svarið beinanvegin:
- Eg eri kanska eitt spesiell, av tí at eg framvegis búgvi herúti. Men snedig, nei, tað eri eg ikki, tí eingin noyðir meg til tað. Eg búgvi her í Svínoy av fríum vilja, og eg eri ikki flov av at siga, at eg eri svínoyingur, sigur hon.
Nú hon er farin um tey 24 árini, er Sólvá yngsta fólkið á oynni.
Filma miðbýin
Tað hevði uttan iva havt eina fyribyrgjandi effekt at sett vakmyndatól upp á ávísum støðum í miðbýnum. Tað heldur borgarstjórin í Havn, Heðin Mortensen..
- Vit høvdu ógvuliga nógv herverk fyri tíð síðani, tá alt, sum varð platnað, bleiv slitið upp. Eisini tá jólabýurin stóð uppi, var nógv herverk framt á hann, og í slíkum støðum hevði verið gott, um vakmyndatól stóðu uppi, sigur Heðin Mortensen.
- Vakmyndatól høvdu verið ein stór hjálp í sambandi við tann harðskapin, sum gongur fyri seg um vikuskiftini. Og aftur her kundi vakmyndatól virka fyribyrgjandi, tá fólk vita, at tey verða eygleidd, sigur borgarstjórin.
Bót fyri at klandrast um dóttur
Tað kostaði trimun fólkum bót, at tey ikki dugdu at tosa fólkaliga saman um eitt lítið barn, men ístaðin fóru at skeldast. Talan var um eitt par, sum var farið frá hvørjum øðrum. Dótturin var hjá pápanum, men skuldi heim til mammuna, sum nú var forlovað við øðrum manni um kvøldið. Dóttirin hevði fingið hol í oyruni, og tað skapti ógvusligt kjak, sum endaði við, at pápin fór eftir byrsu, men hann segði, at hon var ikki lødd. Rætturin dømdi pápan 10 dagbøtur upp á 200 krónur fyri at loypt alvorligan ótta á mamuna og nýggja mann hennara, men tey bæði fingu so afturfyri fimm dagbøtur í part upp á 200 krónur fyri at hava trokað seg inn á pápan.
Politistar trívast verri
Á hvørjum ár verður gjørd ein trivnaðarkanning í politinum í ríkinum. Kanningin verður gjørd øki fyri øki. Í flestu økjum stendur betur og betur til hvørt ár við trivnaðinum, men í einum øki gongur afturá, og tað er í Føroyum. Á einum øki stendur sambart kanningini serliga illa til á, og tað er viðvíkjandi samstarvi og samskifti. Sambært keldum hjá Sosialinum eru tvær orsøkir til vánaliga trivnaðin. Onnur er bygnaðarbroytingarnar, sum hava ørkymlað starvsfólkini. Hin er avleiðingarnar av, at politistøðin í Havn er stongd vegna sopp. Soppurin hevur havt við sær, at deildirnar hava verið noyddar at flyta í fleiri ymisk høli í landinum.
***
Skalt tú fáa fasta almenna løn fyri tína yrkislist, so skalt tú eisini framleiða. Megnar tú ikki tað, so mást tú finna tær okkurt annað at gera.
Carl Johan Jensen, rithøvundur
Ein lærari, sum dugir alt, verður ikki útbúgvin longur
Helena Dam á Neystabø, landsstýriskvinna í mentamálum