- Tað er at frøast um, at áhugin fyri valinum er stórur.
Tað sigur Súni Schwartz Jacobsen, forstjóri í TF Holding.
Nú verður val til Umboðsráðið hjá Tryggingini og í hesum umfari standa 17 av teimum 35 limunum í Umboðsráðnum, fyri vali.
Súni Schwartz Jacobsen sigur, at nú skulu 22.000 atkvøðuseðlar sendast til tryggingartakararnar, sum hava valrætt. Seðlarnir skulu vera Tryggingini í hendi aftur í seinasta lagi 4. mars og tann 7. mars verður úrslitið av valinum, greitt.
Freistin at stilla upp var fríggjadagin, men tað hevur verið strilti at fáa Tryggingina at avdúka, hvørji valevnini eru.
Men Súni Schwartz Jacobsen sigur, at tað er ikki tí, at tey vilja dylja nakað.
Trýst á pílin undir myndini og hoyr Súni Schwartz Jacobsen greiða frá, hví valevnini ikki eru kunngjørd fyrr, og, hvat hann annars hevur hevur at siga um málið og um opinleika í Tryggingini.
Myndin er frá fundi í gjárkvøldið, har valevnini vórðu kunnað um viðurskiftini.
|