TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr samrøðuna FM1 gjørdi við hjálparvenjaran hjá føroyska fótbóltslandsliðnum, Jóannes Jakobsen fyrr í dag.
Ein EM-undankappingarbólkur við Spania, Svøríki, Noreg, Rumenia og Malta er nakað Jóannes Jakobsen væl og virðiliga kann liva við.
Jóannes Jakobsen er serliga glaður fyri, at tað ikki skal ferðast so langt í eystur. Ferðingin til fyrst Aserbadjan og so víðari til Malta tók hart í farnu Nations League kapping.
Jóannes Jakobsen hevur ikki nøkur mál um nakað stigamet, men heldur at taka uppgávurnar sum tær koma, og halda fram við menningini av føroyska liðnum. Hetta verður fyrstu ferð, at Føroyar spæla 10 undankappingardystir í einum og sama ári, og tað sær Jóannes sum eina krevjandi, men spennandi og mennandi uppgávu.