Í farnu viku stóðst kjak av, at Gjaldstovan bjóðar eitt KT - verkætlanarleiðarastarv út á keyps-portalinum.
Í KT-felagnum er tó eingin ónøgd at hóma um hetta. Tvørtur ímóti fegnast felagið í tíðindaskrivi, sum kann lesast á heimasíðuni hjá Vinnuhúsinum.
- Í KT-felagnum fegnast vit um, at Gjaldstovan útveitir uppgávur, og samstundis lýsir tørvin á høgt kvalifiseraðum fólki innan KT. Førleiki er í vinnuni at bjóða seg fram, at gera strategi fyri talgilding av almennu tænastunum.
- Í Føroyum eru vit eftirbátar, tá umræður talgilding av almenna sektorinum. KT- felagið arbeiðir fyri áhugamálunum hjá KT-fyritøkunum í Føroyum, og vit eru ivaleys í, at KT- vinnan eigur at veita sítt týdningarmikla íkast, at gera tað almenna effektivari og betri. At hetta konkreta útboðið ber brá av eini starvsetan, heldur enn veiting av eini tænastu er so tað, men tað er helst ikki ein forðing fyri at KT-fyritøkur kunnu bóða seg fram til hesa uppgávuna, verður sagt í skrivinum frá KT-felagnum.