Boðini frá Helenu Dam á Neystabø mánadagin um, at Almanna- og Heilsumálastýri fer at søkja eftir einum kommunulækna afturat til Eiðis læknadømi, komu væl við í økinum.
Kommunurnar fyri sunnan í Eiðis læknadømi hava í nógv ár stríðst fyri at fáa ein kommunulækna afturat til økið, og tað er umsíðir eydnast.
- Vit eru ómetaliga fegin um, at landsstýrismaðurin hevur tikið hesa avgerðina, sigur Jógvan Mørkøre, sum er bygdaráðsformaður í Hósvík og ein av frontmonnunum í felagskommununi í Sundalagnum.
- Síðani fyrst í 70'unum hava vit ynskt at fingið ein kommunulækna afturat, men tað er ikki fyrr enn nú, at vit hava fingið okkara ynskið eftirlíka, og tað eigur Helena Dam á Neystabø stóran heiður fyri, sigur hann.
Sleppa undan at fara til Eiðis
Eiðis læknadømi umfatar Eiðis, Sunda, Hósvíkar, Halldórsvíkar, Funnings og Gjáar kommunur.
Ein lækni hevur verið knýttur at hesum læknadømi, og hann hevur havt nógv at gera. Viðtaluhøli eru bæði á Eiði og á Oyrabakka, og ætlanin er, at bæði hølini skulu nýtast í senn, tá nýggi kommunulæknin verður settur um nakrar mánaðir.
- Fólk er í økinum vænta nú, at tey sleppa undan at fara norður til Eiðis, tá tey skulu til lækna. Felagskommunan hevur gjørt nógv við læknaviðtaluhølini á Oyrabakka, og vit vænta, at tey fara at verða nýtt framyvir, og at neyðuga útgerðin verður í teimum, sigur Jógvan Mørkøre.