TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr samrøðu við Helga Justinussen, formann í ÍF Føroyum Hondbólti.
Helgi greiddi frá mest minniligu vikuni hjá ÍF Føroyum hondbólti nakrantíð. Fríggjakvøldið tryggjaði ÍF Føroyar sær uppflyting uppí donsku 3. deild, og týskvøldið gjørdi liðið enn eina sensasjón í donsku steypakappingini við at sigra 29-23 á HØJ, sum spælir í næstbestu donsku deildini.
150 føroyingar vóru eygnavitni til ta minniligu løtuna, tá ÍF Føroyar spældi seg í 6. umfar, har Team Sydhavsøerne úr næstbestu deildini verður mótstøðuliðið. Fyribils er dysturin settur at verða 23. apríl.