? Vit vóru á veg norður aftur til Vestmanna aftan á at hava verið í dansi í Havn tann 8. september í fjør, tá vanlukkan hendi. Ein drongur sat undir mær á baksetrinum, tá bilurin við okkum átta ungfólkum úr Vestmanna fór út av vegnum oman fyri Kvívik, greiðir tann nú 23 ára gamla Herit Joensen úr Vestmanna frá.
Drongurin, ið koyrdi bilin, var edrúur og hann koyrdi ikki skjótt tá vanlukkan hendi, men hann var móður og sovnaði. Ferðin var um 70 km/t, sigur Herit Joensen.
? Bilurin fór út av vegnum, koyrdi síðan fram við á skráninginum, til hann rendi á okkurt, bóltaði framav og rullaði oman av, greiðir hon frá. Herit og ein onnur genta fingu álvarsligan skaða. Herit breyt sætta og sjeynda nakkageisla, meðan hin genta, sum fekk tríggjar dreingir oman yvir seg, tá bilurin bóltaði, breyt ryggin. Hini fólkini í bilinum fingu bert smásnuddir, og bilførarin var tann einasti, ið sat í trygdarbelti.
Fyrireikað upp
á tað versta
? Eg varð send niður til Danmarkar beinanvegin, tí eg lammaðist. Fingrarnir vóru í lagi áðrenn er fór avstað, men teir vóru eisini lammaðir, tá eg kom niður. Eg var so lammað, at eg einans fekk rørt armarnar.
Herit Joensen er nú komin so frægt fyri seg, at hon fær gingið styttri strekki. Hon fær enn ikki nýtt armarnar til fulnar, og annað beinið fær hon heldur ikki brúkt, um enn hon fær gingið.
? Men balansan er ikki í lagi, tí fái eg illa staðið á høgra beini, sigur hon.
Tá Herit hevði verið niðri í 10 vikur, fekk hon hálskragan av og vikuna eftir gekk hon síni fyrstu fet - í einum gongubana millum tveir hjálpiarmar. Hon merkti smá framstig. Men hvørja ferð søgdu læknarnir henni, at hon kortini ikki skuldi rokna við at kunna koma at ganga aftur.
? Merkti eg tærnar - skuldi eg ganga?!
Men hon var treisk.
? Tá eg merkti tærnar, hugsaði eg bara sum so, at tá eg havi fingið samband við tærnar, so SKAL eg ganga aftur - ferdugt!
Men tað er ikki so lætt at meta um, tá galið er við nervabanunum.
? Læknarnir kunnu einki siga, og tí vilja teir heldur ikki geva tær falskar vónir.
? Teir hava sagt mær, at tað kann henda, at ein morgun eg vakni, er alt í lagi aftur, men tað kann eins væl henda, at eg verði sum er eri restina av lívinum. Men afturstig verða tað ikki talan um - í øllum førum ikki av skaðanum, eg fekk, sigur hon.
Øðrvísi gerandisdagur
Eitt er so tað kropsliga meinið, tú fært í eini slíkari ferðsluvanlukku. Men sálarliga ávirkar hetta eisini.
? Tú hevur nógv at venja teg við, tá gerandisdagurin kemur aftur. Tú kanst næstan einki gera av tí, tú fekst við framman undan - hóast høvdið tíbetur er í lagi.
? Eitt nú havi eg bert møguleika at taka eini 5-10% av teimum útbúgvingum, sum eg framman undan hevði møguleika til, sigur hon.
Herit hevði lokið HF prógv áðrenn vanlukkuna hendi, og hon hevði júst fingið arbeiði í einum barnagarði. Hon var eisini sloppin inn á ergoterapiskúla í Danmark, har hon skuldi byrja í februar í ár, men tað verður av ongum.
? Eg fekk skúlan útsettan, men nú má eg boða skúlanum frá, at eg ikki fái komið - hetta er so ein av teimum tungu avgerðunum, eg skal taka.
Herit Joensen sigur, at so at siga einasta hægri útbúgvingin hon kann taka í Føroyum, er læraraútbúgvingin - og hon hevur hugsað um at søkja inn á skúlan komandi skúlaár, tí hon heldur, at tað at vera lærari minnir um vera ergoterapeutur - og hon heldur, at tað er eitt arbeiði, hon kann klára.
Eitt hendiligt óhapp
Herit er als ikki ill inn á dreingin, ið koyrdi bilin hesa vanlukku náttina.
? Í okkara føri var talan um eitt óhapp, undirstrikar Herit. Drongurin, ið koyrdi bilin eigur als ikki at fáa nakra revsing, tí tað kann henda fyri ein og hvønn, at tú sovnar, meðan tú koyrir. Talan var als ikki um skilaleysa koyring, men hon ásannar at tey vóru ov nógv í bilinum, og at tey áttu at verið íbundin trygdarbelti - tað fer hon so at vera hvørja ferð hon setur seg í ein bil - restina av lívinum.
Annars er Herit og drongurin, ið koyrdi, góðir vinir framvegis.
? Eg havi fleiri ferðir koyrt við honum síðani vanlukkuna, og eg ivist ikki í, at hann dugir væl at koyra bil, sigur hon.
Hin gentan, sum fekk skaða, hevur brotið ryggin, og situr í dag í koyristóli. Hon er 27 ára gomul, og er lammað frá miðuni og niður. Eins og hjá Herit, er óvist, hvussu verður við førleikanum hjá henni í framtíðini.
Herit fegnast kortini um, at hon ikki var yngri, tá óhappið hendi.
? Eg eri glað fyri, at eg hóast alt havi havt 22 ár, har eg havi verið røsk og havi havt eitt normalt lív - tað hevði verið nógv verri, um eg bert var 16, sigur hon, tí nú kann hon betur sláa seg til tols við støðuni, sum hon er.
Á skeiðunum hjá Ferðslutrygd greiðir Herit Joensen frá, hvussu tað er at koma so fyri, sum hon er komin.
? Eg brúki meg sjálva sum dømi og royni á tann hátt at fáa tey at skilja álvaran í ferðslumentanini, sigur hon.
Í blaðnum í morgin hoyra vit meira um Herit og um evnið ferðslutrygd.