Sunnudagin 11. februar 1973 sakk íslendski fiskibáturin Sjøstjarnan í illveðri um 100 fjórðingar sunnan fyri Dýrhólaey á Suðurlandinum í Íslandi. Øll tey 10 fólkini sum vóru við skipinum lótu lív
Á veg til Íslands fríggjakvøldið 9. februar fór um 100 tons stóra fiskifarið Sjøstjarnan úr Keflavík, sum hevði verið til umvælingar á Tórshavnar Skipasmiðju, til Miðvágs, har fimm mans vórðu tiknir umborð, sum skuldu rógva út við skipinum í Íslandi. Teir vóru John Frits á Løgmansbø, 48 ár, Niels Juul Haraldsen, 45 ár, Holberg Bernhardson, 28 ár, Arnfinn Joensen, 20 ár og Hans Marius Næss, 15 ár.
Umborð á skipinum vóru skiparin Engilbert Kolbeinsson (f. 1938) og kona hansara Gréta Þórarinsdóttir (f. 1945), stýrimaðurin Þór Kjartansson (f. 1946) og maskinmeistarin Guðmundur J. Magnusson (f. 1932), umframt Alexander Gjoveraa (f. 1935), sum var av føroyskari ætt og hevði arbeitt í Føroyum í tvey ár og skuldi aftur til Íslands.
Sunnudagin 11. februar boðaði skiparin frá, at skipið var farið at leka, og seinni boðaði hann frá, at skipið var sokkið og øll tey 10 fólkini umborð vóru farin í báðar gummibjargingarbátarnar.
Hóast stórt leitingararbeiði varð sett í verk og upp til 40 skip og fleiri flogfør vóru við í leitingini, varð eingin bjargaður. Tað einasta sum varð funnið var annar av gummibátunum og líkið av íslendska stýrimanninum Þór Kjartansson.
Kelda: Myndaárbókin – árið ið fór 1973