Havnar Arbeiðsmannafelag
Hans Joensen fær í hvussu so er tvey ár afturat sum formnaður í havnar Arbeiðsmannafelag
Tað varð avgjørt á aðalfundi í felagnum leygardagin.
Og tað var heldur ongin ivi um, hvønn limirnir vilja hava til formann.
Tvey valevni vóru, men Hans Joensen fekk heilar 163 atkvøður. Mótvalevni hansara, Jóan Karl Dam, fekk 44 atkvøður.
? Tað taki eg sum eina dygga álitisváttan, sigur Hans Joensen.
Samstundis avgjørdi aðalfundurin, at formansstarvið í Havnar Arbeiðsmannafelag hereftir skal vera fulltíðarstarv.
Sostatt fer Hans Joensen nú úr sínum starvi á Fiskavirking og fer í starv í Havnar Arbeiðsmannafelag fulla tíð.
Hann sigur, at í fjør var hann 45 dagar úr arbeiði í sambandi við formansstarvið í Havnar Arbeiðsmannafelag .
? Tað eru ikki allir arbeiðsgevarar, sum høvdu góðtikið tað, men eg má siga, at í Fiskavirking hava tey verið ógvuliga lagalig, sigur hann.
Annars stóru tvey nevndarlimir í Havnar Arbeiðsmannafelag fyri vali á aðalfundinum leygardagin. Teir vóru Zakaris Hansen og Kári Olsen og teir vórðu báðir afturvaldir. Í nevndini eruharaftuat Zaharias Thomassen og Jan Midjord.
Sáttmálin sigast upp
À aðalfundinum varð eisini spurningurin umrøddir um sáttmálin skal sigast upp ella ikki. Hans Joensen sigur, at aðalfundurin var einmælt samdur um, at sáttmálin skal sigast upp Tað ivast formaðurin heldur ikki í, at nevndin at taka til eftirtektar, soleiðis sum landið liggur í løtuni.
Tó leggur hann dent á, at enn er onki avgjørt um, hvørji krøv felagið fer at seta í samráðingunum.
Sáttmálin gongur út 30. apríl.
Men Hans Joensen sigur, at tað er ikki bara lønir, tað snýr seg um. Talan kunnu eisini vera um aðrar ábøtur í sáttmálanum enn sjálv lønin.
Hann leggur tó dent á, at við hesum hevur hann ikki sagt, at ongi lønarkrøv verða, tí tað er als ikki avgjørt enn.
Men hann heldur framvegis, at verkafeløgini kunnu ikki góðtaka, at gjóvin ímillum verkafólkið og lønarbólkarnar við betri løn, alsamt gerst djúpari og breiðari.
Í tí sambandi átalaði hann enn einaferð stakkalættan, sum landsstýrið hevði latið.
? Vit sóu beinanvegin at hesin skattalætti ikki í nóg stóran mun kom vanliga arbeiðaranum tilgóðar og tí gjørdu vit beinanvegin vart við okkara misnøgd.
Eitt nú vóru feløgini á fundi við fíggjarnevndina
? Sum so ofta, tá tú tosar við politikarar, tykjast teir at lurta. Men tá tað kemur til stykkis, kemur ofta stígur í og soleiðis var eisini hesuferð.
? Har var onki at gera, helst tí at flokkarnir í sjálvum samgongusamráðingunum, høvdu gjørt eina avtalu um, hvussu skattalættin skuldi vera, segði Hans Joensen áaðalfundinum.
Áfundinum avsannaði hann eisini leysasøgur um, at Havnar Arbeiðsmannafelag ætlar at leggja saman við Føroya Arbeiðarafelag.