Fekk klipp fyri at yvirhála við tunnilsmunnan

Løgreglan leitar eftir manni, sum gjørdi herverk í Havn á middegi í gjár

Um døgurðaleitið í gjár fekk løgreglan fráboðan um, at ein maður gjørdi herverk niðri í býnum. Hann hevði millum annað brotið ein postkassa. Løgreglan fór á staðið, men tá var maðurin rýmdur. Løgreglan hevur leitað eftir manninum, men ikki funnið hann enn. Løgreglan veit, hvør maðurin er, so tey fara aftur at leita eftir honum í dag.

Seinnapartin í gjár kom ein fráboðan um eitt ferðsluóhappa á landsvegnum við Morkranes, har ein bilur var landsvegnum. Har var eingin persónssaði og bara lítil materiellur skaði, sigur vaktleiðarin á politistøðini.

Klokkan hálvgum fimm seinnapartin í gjár fekk løgreglan eina fráboðan um, at ein bilur hevði yvirhálað ein treylara beint við tunnilsmunnan í Rossagili á Hvítanesi. Nú er tað so, at løgreglan sær alt sum fer fram í og við Eysturoyartunnilin, tí har eru so nógv vakmyndatól. Tá tey so eisini fingu eina fráboðan, so var lætt nokk at finna bilin og bilføraran – og prógvini eru har.

Bilførarin fekk klipp í koyrikortið fyri at hava koyrt yvir um fult upptrekta linju á vegnum.