Eftirmeting
Ein hin fyrsti leikarin, sum Allan Simonsen tók inn á føroyska landsliðið, tá hann gjørdist venjari, var Jens Kristian Hansen, sum tá var 22 ára gamal.
Nú átta ár seinni ber til at staðfesta, at júst Jens Kristian er ein av leikarunum, sum hevur havt treytaleyst álit frá landsliðsvenjaranum, og sæð í ljósinum av hesum er tað heldur ikki løgið, at skoðsmálið frá verjuleikaranum fyri tað mesta er positivt.
- Fyrst og fremst haldi eg, at hann fekk føroyska landsliðið at leggja størri dent á fótbóltsspælið, heldur enn sparkarí, og ein av orsøkunum til, at hetta lat seg gera, var at hann altíð er sera væl fyrireikaður. Tað er næstan altíð soleiðis, at mótstøðuliðini hava spælt akkurát soleiðis, sum hann hevur sagt undan dystinum, og tí hevur taktiska uppleggið aloftast verið sera beinrakið, sigur Jens Kristian um nú fyrrverandi landsliðsvenjaran.
- Nakað annað er so tað, at hann helst hevur verið ov lítið í Føroyum, og tískil ikki hevur sæð nóg nógv til teir heimligu leikararnar, heldur Jens Kristian.
Kanska tiltrongt
Tá vit at enda spyrja Jens Kristian, um tann tíðin var komin, har tað var neyðugt við einum nýggjum venjara, heldur hann fyri, at tað var tað kanska.
- Allar helst er tað eitt gott hugskot at taka hetta stigið nú. Spurningurin er kanska eisini, hvussu nógv afturat hann hevur at geva okkum, og kanska vildu summir av leikarunum eisini, at eitt skifti skuldi fara fram.
- Ikki tí. Eg havi sjálvur havt alt gott at bera honum. Tá eg ikki havi havt forfall, havi eg verið við hvørja ferð, og eg eri ongan tíð settur á beinkin, so eg skal so ikki klaga um nakað, sigur Jens Kristian Hansen at enda.