Jóhannes Bjørgvin var ein fegin drongur eftir landsdystin ímillum Føroyar og Týskland á Tórsvølli í kvøld. Hann gjørdi eina roynd at fáa fatur á eini troyggju hjá einum týskum leikara, og tað eydnaðist. Hann fekk troyggjuna hjá Mats Hummels, miðverjuleikaranum hjá Borussia Dortmund, sum tó ikki kom á vøllin í kvøld.
- Eg stóð beint við hegnið og hann tveitti hana upp á áskoðaraplássini, men maðurin, sum loftaði troyggjuni, misti hana, og troyggjan datt niður til mín. Eg tók hana, men Mats Hummels bað meg geva manninum troyggjuna aftur, greiðir Jóhannes Bjørgvin frá.
Ein vónbrotin Jóhannes gjørdi eftir boðunum frá týsku verjukempuni, men Mats Hummels bjargaði kvøldinum hjá honum hóast alt.
- Eg spurdi hann, um eg kundi fáa jakkan hjá honum. Hann segði, at tað lat seg ikki gera. Hann fór síðani burtur eina løtu, men kom so aftur við eini troyggju til mín, sigur ein ovurfegin Jóhannes Bjørgvin, sum ætlar sær at hava troyggjuna hangandi í kamarinum.