Feløgini fingið luttøkuloyvi

Loyvisnevndin í FSF veitti 21. februar øllum feløgunum í Effodeildini og fýra feløgum í 1. deild, luttøkuloyvi til komandi kappingarár

 

Treytirnar, ið feløgini skulu lúka í samband við luttøkuloyvið, eru ásettar í reglugerð hjá Fótbóltssambandi Føroya, FSF Club Licensing Regulations 2013.

 

Tann 21. februar veitti Fótbóltssamband Føroya fylgjandi 14 feløgum luttøkuloyvi til landskappingna hjá monnum:

EB/Streymur (umframt luttøkuloyvi til UEFA Champions League)

Havnar Bóltfelag (umframt luttøkuloyvi til UEFA Europa League)

Víkingur (umframt luttøkuloyvi til UEFA Europa League)

Ítróttarfelag Fuglafjarðar (umframt luttøkuloyvi til UEFA Europa League)

07 Vestur

Argja Bóltfelag

B36, FC Tórshavn

Klaksvíkar Ítróttarfelag

Nes Sóknar Ítróttarfelag

Tvøroyrar Bóltfelag

Tofta ítróttarfelag

Sandoyar Ítróttarfelag

FC Suðuroy

Skála Ítróttarfelag

 

Feløg, sum hava umboðan í Effodeildini og í 1. deild hjá monnum, skulu bert søkja um luttøkuloyvi til hægru deildina. Tí eru bert fýra luttøkuloyvi veitt feløgum í 1. deild.