Felag fyri pinkubarnadeyða stovnað í Klaksvík

Mánakvøldið varð felag fyri pinkubarnadeyða sett á stovn í Klaksvík. Talan er um eina sokallaða deild, sum er undir sama felag í Danmark

Klaksvík:
Stigtakarar til stovnanina eru Berit Joensen, Kirsten Tróndheim og Anna Maria Bjartalíð. Avgerðin um at stovna eitt tílíkt felag í Klaksvík varð tikin, tí at tað var mett, at tørvurin er so mikið stórur. Og áhugin eisini.
Men av tí, at tað var so knøpp tíð frá, at tosið byrjaði og til lýst varð fyri fundinum, so náddu tær ikki út um Klaksvík at lýsa tað. Til eitt nú Viðareiði ella Leirvík. Tí tær ætla, at komandi fundir skulu leggjast eftir ferðaætlanini hjá Dúgvuni, soleiðis at tað kann lata seg gera hjá eysturoyingum, sum ikki tíma til Havnar, at koma til Klaksvíkar.
Á stovnandi fundinum mánakvøldið møttu 10 upp og so var umboð fyri felagið í Havn eisini til staðar.
Berit greiðir frá, at tað bleiv tosað um, hvat hvør hevði verið úti fyri. Hon sigur, at fleirtalið av teimum, sum vóru har, vóru kvinnur, sum hava mist eitt barn, meðan tað framvegis lá í móðurlívinum.
- Hetta er fakstiskt hjálp til sjálvhjálp. Tí tað er ein juridisk linja, sum sigur, at um ein kvinna missir eitt barn, áðrenn hon er komin 28 vikur, so er tað abort. Og tað vilja vit líka sum ikki góðtaka, tí sorgin er tann sama, óansæð hvussu langt ella stutt ein er komin, greiðir Berit frá.
- Tað er so ofta, at um ein kvinna hevur mist eitt barn, at so fólk, sum vilja troysta siga, tað var gott, at tú ikki vart komin longri, ella tú fært skjótt eitt afturat. Og tað hevur ein ikki brúk fyri at hoyra í eini slíkari støðu, tí kenslan av at hava mist eitt barn er har, óansæð, um tú ert komin tvær vikur ella hevur gingið yvir og tað síðani vísir seg, at tað ikki er lív í meira. Í somu løtu mamman hevur knýtt seg at barninum í móðurlívinum, so sær hon tað ikki sum eitt fostur ella sum eina abort, um hon missir tað.
Berit sigur, at tað vóru yvirraskaðar, at tað møttu so mong mánakvøldið.
- Onkur av teimum, sum vóru har, hava mist fyri yvir tjúgu árum síðani, so ikki kann annað sigast enn tað er og hevur verið tørvur fyri einum tílíkum felagið her, heldur hon.
Hon leggur aftur at, at hetta er ætlað foreldrum og avvarðandi.
- Tað er umráðandi fyri tann, sum kemur higar, at tey, sum lurta eisini skilja eitt nú kenslurnar, sum tey hava.

Minningarhald fyri pinkubørnum
Kirsten Tróndheim sigur, at tær hava sett seg í sambandi við Hans Eiler Hammer, sóknarprest, og spurt hann, um tað ikki hevði kunnað latið seg gjørt at havt eitt minningarhald fyri pinkubørnum um allahalguna. Tað gera tey í Havn. Hans Eiler helt tað vera eitt gott hugskot og hevur játtað at hjálpa teimum við tí.
Kirsten sigur eisini, at tað eru mong, sum spyrja: Hvar er markið. Bæði upp eftir og niður eftir.
- Øll, sum hava mist eitt barn eru vælkomin. Tað er sera torført at siga, hvar markið er. Men tað er ikki so, at um tú hevur mist eitt tvey ? trý ára gamalt barn, so kanst tú ikki koma her. Tey eru sjálvsagt eisini vælkomin. Og um so fleiri møta, so kunnu tey, um tey ynskja tað, vera í einum bólki fyri seg, heldur Kirsten.
Men felags fyri øll, sum eru har, er at tey hava mist eitt barn.
Ætlanin er fyri fyrst at møtast eina ferð um mánaðin. Dagfestingin fyri næstu ferð er ikki sett enn, men Berit sigur, at tað verður lýst, nær tær møtast aftur. Felagið fyri pinkubarnadeyða í Havn hevur eina fasta lýsing í Sosialinum og har kemur so eisini felagið í Klaksvík at lýsa, umframt í Norðlýsinum.
Felagið er ikki eitt felag við eini nevnd. Ein umboðar felagið í Felagnum fyri pinkubarnadeyða í Danmark. Umboð fyri felagið í Klaksvík er Kirsten Tróndheim.
Tær sum taka sær av, at tað ber til at møtast í Klaksvík og syrgja fyri, at tað verður lýst og annað eru, Kirsten Tróndheim, Berit Joensen og Anna Maria Bjartalíð.