Felagsskapurin hevur minni týdning í Klaksvík

Árni Dahl skrivar í løtuni næstu bókina um felagssøguna hjá KÍ. Hann sigur við Norðlýsið, at felagið hevur fingið sera góðan stuðul í Klaksvík ? men soleiðis er ikki longur.

 

- Nú spæla klaksvíkingar í øðrum feløgum, og tað var óhugsandi fyri 40 árum síðan. Leikarar í dag, sum hava fingið sína fótbóltsuppaling í Klaksvík, spæla har, sum teir fáa flest pengar, og tað er ein broyting, sum hevur gjørt, at felagsskapurin hevur minni týdning í samfelagnum, sigur Árni Dahl við Norðlýsið.

 

Árni Dahl skrivar í bókini millum annað um tiltikna 66-liðið hjá KÍ.