Føroyski bústaðamarknaðurin merkti fíggjarkreppuna og afturgongdina í búskapinum í fjør. Húsaprísir handlar fullu allastaðni í landinum
Eik hevur nú gjørt upp gongdina á føroyska bústaðamarknaðinum í 2008. Í stuttum vísir uppgerðin, at marknaðurin í 2008 sum heild var merktur av afturgongd, tí bæði prísir og tal av handlum fullu á øllum økjum í landinum.
Í viðmerkingunum til gongdina í prísum til og við 3. ársfjórðing í fjør, sum Eik almannakunngjørdi 27. oktober 2008, varð staðfest, at fallið í talinum av handlaðum húsum vísti, at marknaðurin var í bíðistøðu, og at tað var óvist, um prísirnir fóru upp ella niður.
Uppgerðin fyri alt árið 2008 visir, at prísirnir fullu frá 3. til 4. ársfjórðing:
Meðalprísirnir á handlaðum sethúsum, tinglýstir í 4. ársfjórðingi 2008, eru gjørdir upp, og vísir úrslitið, at samanborið við 4. ársfjórðing í 2007 fall prísurin á Suðurstreymoy 1 prosent, í størru bygdunum 13 prosent og í smærru bygdunum 2 prosent.