Tað er tætt í toppinum í meistaradeildini hjá monnum eftir dystirnar um vikuskiftið.
Mjølnir tapti fyri fyrstu ferð í kappingini í ár, tá teir máttu lúta 3-1 fyri Fleyr í Havn, og Klaksvíksliðið liggur nú ájavt við Fleyr og Fram í toppinum. Øll tey liðini hava tapt ein dyst í part, meðan ÍF hevur tapt tveir.
Leygardagin vann Mjølnir 3-1 á ÍF á Kambsdali. Settini endaðu 15-4, 13-15, 15-12 og 15-7. Og sunnudagin vóru klaksvíkingarnir í Havn og spældu klassiska dystin ímóti Fleyr.
Og hesin dysturin hevði við sær, at Mjølnir ikki longur er ósigrað í kappingini. Fleyr vann fyrsta settið 15-12, men í øðrum settið gjørdi Mjølnir onkrar broytingar og tað eydnaðist teimum tá at vinna 15-4. Triðja settið vann Fleyr 15-5, eftir at Johannes Eidesgaard og Jan Hentze fingu rættiliga gongd í smasjirnar.
Í fjórða settinum kom Mjølnir væl fyri og var frammanfyri 12-9, men Fleyr-spælararnir vendu gongdini og vunnu 15-12. Úrslitið av dystinum var tí, at Fleyr vann 3-1.
Við sigrinum skapti Fleyr rættiligan spenning í oddinum í bestu mansdeildini, og tá teir Fleyr og Fram møtast, verður spælt um eitt pláss heilt frammi.
Fleyr spældi eisini ímóti ÍFb í vikuskiftið og tann dystin vann Fleyr 3-0, settini endaðu 15-2, 15-4 og 15-12.
Mjølnir og TB á odda hjá kvinnunum
Spælt varð eisini í meistaradeildini hjá kvinnunum um vikuskiftið, og mest spennandi dysturin var á Tvøroyri, har oddaliðini TB og Fleyr spældu.
Liðið, sum vann dystin, gjørdist oddaliðið saman við Mjølnir, sum vann 3-0 á ÍF um vikuskiftið.
TB kom best frá byrjan og vann fyrsta settið 15-11, men meistaraliðið úr Havn menti seg í øðrum settið og vann tað 15-7. Men so steðgaði aftur upp hjá Fleyr og TB, sum hevur gjørt gott og miðvíst ungdómsarbeiðið seinnu árini, vann triðja sttið 15-12. Fjórða settið endaði við 15-9 til TB og kvinnurnar av Tvøroyri vunnu tí dystin 3-1, og liggja á odda saman við Mjølni.
Mjølnir vann sín dyst móti ÍF 3-0, settini endaðu 15-5, 15-8 og 15-7. Fleyr spældi eisini móti Drátti um vikuskiftið, og tann dystin vann liðið úr Havn. Úrslitið var 3-1.
Eingir dystir verða komandi vikuskiftið, tí tá skipar Fleyr fyri FK-kappingini fyri tey eldru liðini.