- Feminint, rátt og romantiskt

Guðrun Ludvig hevur nomið sær útbúgving sum sniðgevi og er onnur kvinnan aftan fyri klædnamerkið Guðrun & Guðrun, ið framleiðir hondbundin klæðir og klæðir úr føroyskum skinni.
Guðrun & Guðrun selur sítt klædna-merki nógvastaðni uttanlands. - Fyri tað mesta í Japan, men eisini í New York, Los Angeles, París, Milan, Norra, Svøríki og Danmark. Fyri tveimum vikum síðani vóru Guðrun & Guðrun eisini í París og sýndu klæði fram á stórari klædnamessu. Guðrun & Guðrun koma út við vørusendingum tvær ferðir um árið um summarið og um veturin. Og fyri kortum hava tær eisini latið upp egið verkstað í Dr. Jakobsensgøtu í Havn, so føroyingar eisini fáa ágóðan av klæðunum.

Hvat eyðkennir títt klædnaskáp?
Eg havi ongan eyðkendan stíl, og í klædnaskápinum eru øll sløg av
klæðum. Bæði rá, romantisk, feminin og ítróttarlig klæðir. Síðan seti
eg hesi klæðini saman á mín egna máta. Eg fari eitt nú ongantíð og
keypi mær nýggj klæðir frá høvur til fót, men finni heldur nøkur ting,
ið eg altíð kann brúka aftur. Og um eg ikki lati meg í tey, eru tey til
pynt og geva mær íblástur til arbeiðið. Eg havi eitt nú stutt síðan
keypt mær einar skógvar, eg frammanundan visti, eg ongantíð fór í. Men
nú standa teir í durinum til pynt og geva mær íblástur.

Hvat er nýggjasta plaggið?
Einir skógvar úr handlinum Wood Wood í Keypmannahavn og einir adidas
løriftskógvar. Eg átti einar tílíkar svartar og hvítar fyri 10 árum
síðani, men teir gav eg systur míni, tá eg fann hesar. Mær dámar teir
sera væl.

Besta keypið?
Tað er avgjørt ein troyggja, eg einaferð keypti í Blákrossbúðini fyri
10 kr. Hon er lekkur, spennandi og úr góðari góðsku. Eg havi átt hana í
fleiri ár og fari altíð í hana 1-2 ferðir um árið saman við
kovboybuksum. Somuleiðis havi eg ein hvítan kjóla, eg havi fingið frá
danska snið-gevanum, Mariu Møller, fyri eitt plagg, eg havi gjørt.


Yndisplagg?
Hóast eg sjálv ikki gangi ofta í kjóla, elski eg kjólar. Serliga dámar
mær væl ein kjóla, eg keypti, tá sonur mín varð doyptur. Hann hongur í
løtuni til pynt, og eg fari altíð at vera serliga góð við hann. Eisini
dámar mær væl ein ljósareyðan kjóla, eg havi keypt í einum
innflytarahandli í Keypmannahavn. Kjólin var av fyrstan tíð ein
indiskur kvinnubúni, men eg havi seymað hann um.

Hvar keypir tú helst klæði?
Eg keypi mest í Danmark hjá einum sniðgeva, ið kallast Sabine
Poupinel ella í Wood Wood. Annars eri eg 2-3 ferðir um árið á
handilsferð, og tá geri eg eitt rimmarkeyp. Tá eg keypi í Føroyum,
keypi eg í Juniik.

Serstakt plagg?
Einar strammar leðurbuksur úr japanskum geitaskinni, eg alt mítt lív
havi ynskt mær. Eg fekk fyri kortum ein sniðgeva at gera tær fyri meg.
Hon tók mát her og har, so nú havi eg einar bleytar lekrar
leðurbuksur, ið eg eri sera glað fyri.

Hvør hevur havt størsta ávirkan á tín stíl?
Eg havi roynt meg fram við nógvum ymiskum. At byrja við hugdi eg nógv
eftir, hvat Vivienne Westwood gjørdi hon hevur altíð verið djørv og
torað væl. Hetta dámdi mær væl og fekk íblástur haðani. Men nú hugsi
eg ikki longur um, hvat hini halda. Nú fari eg einans eftir tí, mær
dámar. Og eg vil fegin gjalda eins nógv fyri klæðir frá einum kendum
sniðgeva sum frá einum púra ókendum. Eisini dám-ar mær onkuntíð at lata
meg í okkurt plagg, ið tannáringar tora at fara í, og síðan at fáa tað
at síggja út til at kosta eina millión.

Hvat hevði tú ynskt, tú hevði havt ráð til?
Ein lekran, ráhvítan, krúllaðan leðurfrakka frá Prada. Men sum heild
dugi eg rættiliga væl at finna ymiskt, ið ikki kostar so nógv, men sum
allíkavæl er smart og sær út sum ein millión. Heldur keypi eg dýrar
merkjavørur av luktilsi og prýðislutum, eitt nú Dolce & Gabbana.

Hvussu nógvar pengar brúkar tú til klæðir?
Tá eg eri á handilsferð, keypi eg klæðir fyri nakrar túsund krónur -
góð og dýr klæðir. Fyrr koyrdi eg klæðir burtur í tonsatal og keypti
nýtt so hvørt, men nú geri eg ongantíð feilkeyp. Um eg ivist í onkrum,
hugsi eg meg um í ein dag, og um eg framvegis vil hava plaggið dagin
eftir, keypi eg tað tá.

Størsta fyrimynd innan snið?
Mær dámar væl skógvasniðið hjá Prada. Annars klæða Lisa Bonet og
Vanessa Paradis seg væl.

Hvussu langa tíð nýtir tú at gera teg klára í?
Dagliga havi eg ikki góða tíð, men um hálvan tíma hvønn morgun. Eg eigi
tveir dreingir, ið altíð koma í fyrstu røð, so tá eg skal í onkra
veitslu, havi eg heldur ikki meira enn hálvan tíma at gera meg klára í,
tí tá skal eg finna barnagentu o.t., so alt gongur við fullari ferð.

Vakurleikaráð?
Tað ræður ikki um at yvirklæða seg. Rætta loysnin er ikki at fara og
keypa nýggj klæði frá høvur til fót, men heldur at seta røttu klæðini
saman. Annars eri eg sjálv stórnýtari av kinnareyða, ið kann brúkast
til alt.

Besta sniðið hjá Guðrun & Guðrun?
Ein bundin kjóli og eitt belti.

Hvat hevur tú altíð við tær?
Eina góða tasku. Serliga brúki eg nógv eina taksu úr ektaðum
pyton-slanguskinni.