Fenerbache og Liverpool fingu góð útgangsstøði

Fenerbache er komið langt síðani teir vunnu 4-0 og 5-0 á B36 í juli 2006. Nú standa teir við einum rímiligum møguleika at koma í hálvfinaluna í Champions League kappingini. Tað byrjaði annars illa hjá turkiska liðnum, longu eftir 12 minuttir var Deivid hjá Fenerbache so óheppin, at hann beindi bóltin í egið mál. Men í 2. hálvleiki bragdaði. Fyrst lúrdi Kazim Kazim rangstøðufelluna hjá Chelsea av, og setti bóltin trygt í netið. 10 minuttir áðrenn seinasta bríksl gjørdi Deivid skaðan góðan aftur, tá hann við einum drønskoti bankaði bóltin inn við samankomingina til endaliga úrslitið 2-1. Avram Grant er nú undir trýsti. Á Emirates Leikvøllinum í London reið Liverpool stormin av. Arsenal trýsti øðiligt, men tað eydnaðist bara Emmanuel Adebayor at skora fyri Arsenal, tá hann ótarnaður kundi stúta eitt hornaspark í netið. Liverpool javnaði beint aftaná, tá Gerrard hegnisliga serveraði bóltin fyri Dirk Kuyt, sum javnaði til 1-1. Danski Nicklas Bendtner gjørdist ?hetjan? hjá Liverpool tá hann ?bjargaði? einari skotroynd frá Cesc Fabregas á málstrikuni hjá Liverpool! Arsene Wenger var harmur um, at niðurlendski dómarin, Peter Vink ikki dømdi brotsspark til Arsenal í minst einum føri. Liverpool fekk 1-1, og hevur góð kort á hondini til heimadystin á Anfield Road.