Rolf Hansen, ferðafólk umborð á Norrønu, hevur tosað við ekstra blaðið um støðuna umborð. Hann sigur, at við einari seinking á meira enn 14 tímar var hann sera illur um, at tað ikki var hjálp at heinta frá Smyril Line, tá ið hann kom í land í Danmark í nátt. Tað skrivar eb.dk. Saman við familjulimum hevði hann vitjað í Føroyum og Íslandi við Norrønu.
Norrøna skuldi leggja at í Hirtshals leygarmorgun klokkan 10, men ikki fyrr enn á midnátt legði skipið at.
- Tað endaði við, at vit komu í land um 01.30. Tá mátti eg sjálvur finna eitt hotellkamar nærhendis Aalborg, so vit sluppu ikki í song fyrr enn klokkan 3, sigur Rolf Hansen við eb.dk. Les greinina á eb.d her
Á túrinum sigur hann frá, at hann royndi at fáa fatur í starvsfólki og spyrja tey, um nøkur hjálp var at heinta frá reiðarínum.
- Eg spurdi um vit kundu sova umborð, men tá vóru boðini, at ferðafólk skuldi fara av skipinum, tá ið tað legði at, greiðir Rolf Hansen frá við eb.dk. Hann spurdi tí um reiðaríið hevði leigað kamar til tey fólkini, sum skuldu koyra langt. Sjálvur skuldi hann koyra til Keypmannahavnar, men hættaði sær ikki langa túrin í bili eftir langa túrin umborð. Tað var tó einki at heinta, tá ið umræður hotellkamar.
- Í receptiónini svaraðu tey, at tað var mín egna ábyrgd og bóðu meg seta meg í samband við mína ferðatrygging. Eg skal soleiðis sjálvur bóka hotell í Hitshals ,hóast eg ikki veit nær skipið er framm, sigur hann.
Víðari sigur hann, at hann hevði keypt ferðaseðil við skipi millum Aarhus og Odden, sum hann skuldi á klokkan 14.00. Tað náddi hann tó ikki. Sostatt vísir tað seg, at tað kostaði honum 600 krónur í eyka ferðaseðli við skipinum, hotellkamar á áleið 2600 krónur og internet á 200 krónur. - Harumframt skuldi eg náa alt møguligt í dag, áðrenn eg skuldi til arbeiðis í morgin. Tað nái eg heldur ikki. Hevði eg vitað tað áðrenn, so kundi eg gjørt nakað við tað. Vantandi vælvildin frá reiðaríinum gjørdi meg firtnan, sigur hann við eb.dk. Rúni Vang Poulsen sigur við eb.dk, at um hann ringir til Smyril Line í morgin, so fær hann pengarnar aftur. Víðari vísir hann á, at tað vóru nógvir logistiskir trupulleikar í gjár, og tí gekk ikki sum ætlað á øllum frontum.