Ferðafótta við uppreistri umborð á "Queen Mary"

Eftir ætlanini kemur heimsins størsta ferðamannaskip til Rio de Janeiro í morgin, men fleiri ferðafólk sýta fyri av skipinum, tí tey halda seg ikki hava fingið tað, sum tey hava goldið fyri.

Hendan seinasta mánaðin hevur "Queen Mary" verið á rundferð í Latínamerika, men trupulleikar við einum av motorunum hava órógvað ferðina. Fyrst var skipið seinkað, tá tað byrjaði ferðina í Fort Lauderdale í Florida, og fyri at røkka teirri upprunaligu ferðaætlanini gjørdi reiðaríið av at avlýsa ferðirnar til Barbados, St. Kitts og brasilska býin Salvador.

Sum endurgjald fyri ta broyttu ferðaætlanina hevur skiparin boðið ferðafólkunum helmingin av pengunum aftur, men sambært BBC eru tað minni enn so øll, sum eru nøgd við tilboðið. Eitt av teimum misnøgdu ferðafólkuinum sigur við BBC, at tey kenna seg snýtt. Tey høvdu keypt ferðaseðil til eina rundferð, men fingu bara eina beinleiðis ferð úr Florida til Rio de Janeiro.

-Reiðaríið átti at sagt okkum tað, áðrenn vit fóru úr Florida, og nú sýta fleiri fyri at fara av í Rio, sigur tann misnøgdi ferðamaðurin Alan Berg við BBC. Hann er eitt av teimum umleið 1.000 ferðafólkunum, sum skuldu enda ta ætlaðu rundferðina í Rio de Janeiro.

"Queen Mary" er heimsins størsta og dýrasta ferðamannaskip. Tað er 345 metrar langt og 41 metrar breitt.