Ferðafrásøgn úr Landi Møguleikans

Hósdagin í farnu viku fóru Tummas í Garði læknastjóri á Landsjúkrahúsinum og undiritaði vestur um hav til land møguleikans, USA.

Ørindini vóru greið, at halda ein framløgu um FarGen verkætlanina á einum av ársins sterku ráðstevnum í sjálvum hjartanum fyri ílegugransking, Cold Spring Harbor Laboratories skamt uttan fyri New York, sum í stóran mun var karmur um stóra stigið, Human Genome Project, ið kortlegði fyrsta mannagenomið. Hetjan James Watson, sum fann fram skapið av DNA í 1953 og tí einahelst er millum tey týdningarmestu fólkini vísindin hevur sæð, hevur bygt upp ílegugranskingina á Cold Spring Harbor, hann er har enn – og fegnast um FarGen.
Vit fóru spentir avstað, í einum tíðindameldri har alheims miðlar annars spríkja søgur um, at vesturheimsins skipan stendur á gravarbakkanum - og í Føroyum afturat um føroyskar avmarkingar. Knappliga tyktist tað so øvugt, at so nógv seta sjóneykuna á tað sum ikki virkar og tað vit ikki hava, heldur enn at menna møguleikarnar. Við hesum í velinum fóru vit báðir læknastjórin í ein heim, sum tók ímóti okkara hugskoti við opnum ørmum, og áðrenn long tíð var runnin hevði FarGen verið umrøtt bæði í The Times, Fox News og Science, umframt eina ørgrynnu av øðrum útlendskum netmiðlum, eitt prógv um at Føroyar hava nógvar møguleikar – á íleguøkinum, møguleikar einki annað samfelag hevur.
Á veg heimaftur eystur um hav fekk hetta tankarnar at sveima um teir ótrúligu møguleikar okkara fantastiska náttúra hevur borðreitt fyri okkara lítla land. Okkara land er vælsignað við fiskiríkidømi, hesin fiskur er aftur vælsignaður við marinari fiti, sum hevur hesa fiskaoljuna heimsmarknaðurin er so altráður eftir. Vit liggja mitt í einum grønum fantastiskum orkuveldi, har serliga havstreymar kunnu geva so nógva orku, at hetta ikki bara ger Føroyar orkugrønar, men eisini kann gera okkum til stórar orkuútflytarar av tí grøna slagnum. Vindur kann eisini verða ein partur av hesi kós, eins og vit eru vælsignaði við regni, sum bæði gevur okkum orku og reint vatn. Nógv meta eisini, at vit hava olju í undirgrundini, sum kann fáa stóran búskaparligan týdning fyri Føroyar. Júst á oljuøkinum hava Føroyar fyrireika seg væl og við Jarðfeingi sett upp eina skipan, sum bæði skal fáa tilfeingið til høldar og arbeiða fyri, at nakað liggur eftir í Føroyum, tí oljan er jú fólksins ogn. Og júst hetta kundi verið leisturin til at veruleikagera tann ófatuliga stóra møguleikan, sum FarGen er fyri Føroyar. Tí FarGen er fólksins ogn, eitt tilfeingi til frama fyri føroyska borgaran – og eitt tilfeingi føroyski borgarin eigur.
Stórur áhugi er altjóða fyri okkara FarGen skipan. Vit kunnu verða við til at loysa knútar, sum kunnu gera íleguvitan meira brúkbara, og harvið menna bæði okkara og alheims heilsuvísind. Men skulu vit taka av hesum møguleika og skulu vit, sum samfelag fáa nakað burturúr, er neyðugt at fólkið, samfelagið og politiska skipanin ynskir at verða við, og soleiðis verða við til at menna FarGen, sum bæði betrar um heilsuverk og skapar fleiri spennandi størv. FarGen toymið hevur við miðvísum og hørðum arbeiði latið dyrnar upp, men takið at ganga upp alla trappuna má verða eitt felags tak, eitt tak har fólkið og serliga politiska skipanin tekur undir við at skapa karmar, sum veruleikagerð byrjanina til at ganga inn í land møguleikanna, sum kann umfata ein raðfesting av FarGen, tí Føroyar eru vælsignaðar við møguleikum.
Vit hava eina Country Blessing onnur bert kunnu droyma um. Sum Nobelheiðurslønarvinnarin Dr James Watson segði við meg í 2008 – It’s all about organization and will.