Sambært tíðindastovuni Fox News er tað ikki óhugsandi, at "Queen Mary 2" kann vera álopsmál hjá yvirgangsfelagsskapum.
Skipið fór úr Southampton í Onglandi mánakvøldið til Fort Lauderdale í USA, og trygdartiltøkini verða søgd at vera sera umfatandi. Sambært amerikanarunum hevur ein av teimum tiknu leiðarunum í al-Qaeda avdúkað fleiri møgulig álopsmál hjá felagsskapinum, og eftir øllum at døma eru vesturlendsk ferðamannaskip ímillum málini, skrivar Fox News.
Michel Cyne, sum situr í International Council of Cruise Lines, sigur, at reiðaríini, sum eiga ferðamannaskipini, seta trygdina hjá ferðafólkunum og manningini í fremstu røð, og at allar mannagongdir eru væl skipaðar.