Fer at gera tað ómøguligt hjá smáum virkjum at keypa fisk

Stúrt verður nú fyri, at ætlanin at broyta lógina um mvg, verður ein vanlukka hjá øllum teimum smáu fiskavirkjunum, tí tað kann gera tað heilt ómøguligt hjá teimum at keypa fisk

?Tað sær næstan út til, at politikararnir hava gjørt eina hugskotskapping um, hvussu teir kunnu gera umstøðurnar hjá vinnulívinum so truplar sum gjørligt.

Hendan turrlisliga viðmerkingin kemur sunnan úr Vági.

Og tað er Petur Johannesen, su meigur hana.

Hann er stjóri á Palm Seafood í Vági og hann stúrir illa fyri gongdini.

Tað, hann stúrir fyri, er ætlanin hjá Karsten Hansen, fíggjarmálaráðharra, at broyta mvg-lógina. Tí hann stúrir fyri, at nú verður mvg eisini lagt á fiskakeyp.

?Hetta kann heilt einfalt blíva mønustingurin hjá øllum teimum smáu fiskavirkjunum, tí tað kann gera tað heilt ómøguligt hjá teimum at keypa fisk.


Missa 1/3 av umsetninginum

Petur Johannesen sigur, at nú fíggjarmálaráðharrin hevur sett sær fyri at endurskoða mvg lógina, hevur boðskapurin verið, at undantøkini í lógini skulu burtur, tí tey gera skipanina so trupla at umsita.

? Tað sama hevur bæði ráðgevandi nevndin og okkara egna búskapráð ført fram.

Tí stúrir stjórin í Vági fyri, at mvg nú eisini verður lagt á fiskakeyp.

Hann sigur, at hann hevur spurt seg fyri og so vítt hann hevur skilt, er tað ætlanin, at mvg eisini skal leggjast á fiskakeyp.

? Hetta verður ein vanlukka fyri fiskavirkini og í hvussu so er verður hetta mønustingurin hjá øllum teimum smáu virkjunum, sigur hann.

Tað vikar ikki hansara støðu ein tumma, at sagt verður, at virkini skulu fáa mvg?ið skjótt aftur.

? Vit koma í øllum Føroyum at missa ein triðing av umsetninginum. Tí virkini keypa fisk at kalla hvønn dag fyri, og talan kann skjótt verða um hundraðtúsundtals krónur um dagin. Tað vil siga, at virkini koma altíð at hava 25% í mvg úti.

? Og tað skal fíggjast onkustaðni

? Tí fer tað so aftur at føra við sær, at virkini noyðast at hækka kassakredittirnar í bankanun.

Rentan av kassakredittinum er omanfyri 10%.

?Sostatt skal ikki tað stóra kynstrið til at rokna út, at virkini koma missa meiri enn ein triðing av umsetninginum, sigur Petur Johannesen.


Fiskaprísirnir niður

Hann sigur, at fyri tey smáu virkini verður hetta ein vanukka, tí tey eru ikki so sterk fíggjarliga.

? Øll tey smáu virkini fara at koma í so álvarsligar gjaldføristrupulleikar, at tað mest sannlíka er, at tey verða yvirhøvur ikki før fyri at keypa fisk longur.

Stjórin á Palm Seafood sigur, at fyri tey stóru virkini hevur hetta minni týdning, tí tey eru nógv betri fyri fíggjarliga.

? Men tað hendir seg ikki, at tey smærru virkini hóra undan hesi atsóknini, sigur hann.

Hann leggur afturat, at tá ið tey smáu virkini eru farin, hvørvur allur dynamikkurin í fiskivinnuni, tí tá verður ongin kapping longur um fiskin. Og tað fer uttan iva at føra við sær, at avreiðingarprísurin fer at lækka, sigur Petur Johannesen.

Hann vísir eisini á, at øll tey smáu virkini hava ein ómetaligan týdning, tí tilsamans hava tey nógv fólk í arbeiði og útflyta fyri hundraðatals milliónir.

? Teir einastu, sum fáa nakað burturúr hesum, eru bankarnir, sum fáa stóran rentuvinning av tí at kassakredittirnir fara upp.

Hann fýlist eisini á, at landsins myndugleikar broyta fortreytirnar hjá vinnuni alla somlu tíðina. ? Tað ger tað ómøguligt at leggja til rættis, tí ongin sum helst trygd er fyri, at eitt, sum er galdandi í dag, eisini er galdandi næta ár.