- Hetta kann vera dropin, sum fær bikarið at flóta yvir hjá nógvum barnafamiljum og sum ger, at tær missa húsini.
Tað heldur Kristina Háfoss, fíggjarpolitiskt talsfólk hjá Tjóðveldi í fíggjarmálum, um ætlanina hjá samgonguni at lækka rentustuðulin til sethúsalán.
Í løtuni er fáa tey, sum hava húsalán, 36 prosent av rentunum afturgoldið í stuðuli úr Landskassanum.
Men hesi næstu fýra árini, ætlar samgongan at lækka stuðulin, so at hann er komin niður í 30 prosent í 2018.
Tað merkir, at tey, sum hava tvær milliónir í láni, skulu rinda góðar 400 krónur meiri um mánaðin alt eftir, hvussu rentustigið verður.
Samstundis verður ongin stuðul latin fyri tann partin av rentunum, sum er omanfyri 100.000 krónur.
Í løtuni er hámarkið 130.000 krónur.
Hetta fer at spara landinum slakar 16 milliónir um árið og kommunum 700.000 krónur tilsamans.
Mugu finna varandi loysn
Politikarar vísa á, at tað er álvarsligt at gera inntriv í fíggjarviðurskifti hjá húskjum og eru tískil sinnaðir at lýsa málið gjølliga.
Men Kristinu Háfoss dámar ikki mátan, hetta verður gjørt upp á.
Hon heldur, at hetta ber ikki brá av at vera úrslitið av einum væl umhugsaðum fíggjarpolitikki. Tvørtur ímóti heldur hon, at einasta endamálið er at fáa almenna hallið at minka.
Men hon heldur ikki, at tað ber til at gera húsaeigarar til finnur í einum talvi, har endamálið er at tippa eitt hol á fíggjarlógini.
- Rentustuðulin hevur sera stóran týdning fyri barnafamiljurnar og møguleikarnar hjá teimum at varðveita húsini, tí tá ið tey tóku lán, hava tey roknað við rentustuðlinum.
Serliga tórfør verður støðan, skuldi tað hent, at rentan fer at hækka munandi.
Kristina Háfoss heldur, at tað eru mong, sum rinda 100.000 krónur í rentum um árið, so hetta kann fáa álvarsligar avleiðingar fyri nógvar húsaeigarar.
- Hetta kann verða seinasti dropin, sum ger, at sethúsaeigarar ikki orka meir.
- Hinvegin er heldur einki at ivast í, at rentustuðulin ger sítt til at trýsta prísin á sethúsum upp, tí tá ið ein keypari fær rentustuðul, er hann førur fyri at rinda størri lán.
Kristina Háfoss sigur, at skal renstustuðulin broytast, má talan vera ein varandi broyting. Tískil má hon vera væl gjøgnumhugsað og tað má gerast yvir eitt langt árámál.
Lækka spakuliga til 2040
Aksel V. Johannesen úr Javnaðarflokkinum, heldur, at tað er torført at broyta skipanina, tí húsarhald hava roknað við stuðlinum.
Men hann ásannar, at talan er meiri um ein stuðul til peningastovnarnar, tí renstustuðulin ger fólk før fyri at rinda størri lán og tað trýstur sethúsaprísin upp.
Men Javnaðarflokkurin tekur ikki undir við at lækka stuðulin niður í 30 prosent í 2018, tí tað rakar húseigarar við nýggjum húsum og stórum láni, hart, sigur hann.
Hann sigur, at tað ber heldur ikki til at strika rentustuðulin fyri lán, sum verða tikin hereftir, tí tað fer at gera tað ómøguligt hjá teimum, sum selja hús, at fáa líkinda prís fyri húsini.
Hinvegin tekur flokkurin undir við, at hámarkið fyri rentustuðuli verður lækkaður so líðandi, til hann er heilt burtur í 2040.
- Tað rakar so ongan, so leingi fólk rinda lán aftur.
Javnaðarfólk og Tjóðveldisfólk halda annars, at tað rætta er at gera semju ímillum allar flokkar um, hvussu skipanin skal vera.
Ófyrireikaðir sethúsaaeigarar
Poul Michelsen í Framsókn heldur, at hetta er eitt inntriv, sum verður gjørt fyri at sleppa landskassanum undan eini útreiðslu.
- Samgongan hevur givið summum skattalætta. Nú mangla pengar í og so verður farið eftir sethúsaeigarunum fyri at fylla í holið.
- Men hetta er eitt inntriv, sum verður gjørt ímóti sethúsaeigarar, uttan at teir eru fyrireikaðir upp á tað.
Hann heldur ikki, at rentustuðulin er gagnligir, tí hann kemur ikki sethúsaeigarunum til góðar.
- Tað einasta, hann førir til, er at húsini verða dýrari.
Hann mælir til, at allir flokkar royna at finna semju um eina varandi semju, tí hann heldur ikki, at tað ber til, at sethúsaeigarar skulu alla tíðina ganga og stúra fyri, hvat politikarar kunnu finna upp á.