- Um vit skuldu sent frá einum føroyskum festivali, so má hesin vera áhugaverdur fyri okkum. Hetta merkir, at okkurt av nøvnunum fellir inn í karmarnar fyri, hvat vit halda vera áhugavert. Tónleikaprofilurin skal vera rættur og nøvnini nóg stór, sigur David Ridings Senior Brand Manager á MTV2, VH2 og MTV Dance.
Føroyska ferðaliðið á Funky Faroe Islands tiltakinum í London vitjaði hølini hjá MTV. Har hittu vit David Ridings. Hann er ein av monnunum aftan fyri avgerðina hjá MTV at senda frá Iceland Airwaves. Hann varð tí spurdur, hvat skuldi til, fyri at MTV kom á ein av føroysku festivalunum.
David Riding var als ikki avvísandi fyri hugskotinum og vísti á, at MTV er farið undir fleiri nýggjar rásir eitt nú MTV Flux og MTV Overdrive, rásir, ið geva hyggjaranum nógv størri møguleika fyri at luttaka í sendiskránni. Eitt nú at gera innsløg frá festivalum og tiltøkum. Her kundu føroysku festivalarnir verið líka áhugaverdir sum allir aðrir festivalar, helt David Ridings
Íslendska umboðskvinnan hjá Iceland Airwaves í London Anna Hildur Hildibrandsdóttir, hevur fingið avtaluni hjá Airwaves við MTV í lag. Anna Hildur hevði ábyrgdina fyri tónleikapartinum av Funky Faroe Islands, og hon skipaði somuleiðis fyri vitjanini á MTV. Anna Hildur greiddi frá, at hon í næstum fer at tosa við MTV um G!Festivalin. Men hon vísti á, at skuldi MTV vera áhuga, máttu stórir partar av skránnið fyri festivalin liggja klárir longu í desember. Tí tá fer MTV undir at leggja ætlanir fyri komandi ár.
David Ridings vísti okkum runt í hølunum hjá evropeisku útgávuni av heimsins størstu tónleikasjónvarpsrás. Har sótu fólk sum fingust við nógvar ymiskar útgávur av MTV á nógvum ymiskum málum.
Í niðaru hæddini vóru upptøkuhøli og kantina, meðan øll ovara hæddin var eitt skrivstovulandslag. Har sótu fleiri hundrað fólk við síni skrivaraborð, ferðin var høg á hesum arbeiðsplássinum, og fólk gekk skjótt framvið okkum. Í einum króki funnu við framleiðaran á sendingini Gonzo, ið er ein av teimum best umtóktu sendingunum á MTV2. Vit hittu hann uttan fyri eitt evarska lítið upptøkuhølið einar 10 fermetrar ella so, og fingu at vita, at hetta er upptøkuhølið har Gonzo verður tikið upp. Framleiðarin Dani hevði skund, tí hann eina løtu seinni skuldi í upptøkuhølið við Gonzo vertinum Zane Lowe, at taka sendingina hesa vikuna upp, og áðrenn hetta skuldi hann læra seg at brúka eitt nýtt filmtól, ið hann hevði fingið stungið í hondina. Men hann steðgaði alíkavæl á og greiddi okkum frá, at tá teir gera Gonzo taka upptøkurnar vanliga hálvan annan tíma, meðan klippingin tekur tveir dagar.
Á veg út góvu føroysku umboðini David Ridings nógvar ymiskar føroyskar fløgur.