Ferðavinnan savnast í Íslandi

Í næstu viku samlast ferðavinnuveitarar og ?myndugleikar úr útnorði á árligu ferðavinnuframsýningini Vest Norden Travel Mart. Í ár er Ísland vertur fyri framsýningini, ið verður frá 15. ? 17. september í Reykjavík

Vest Norden Travel Mart er stóra ferðavinnuframsýningin, sum setur ferðavinnu í útnorði á breddan. Framsýningin er eitt gott høvi hjá bæði stórum og smáum útbjóðarum at gera vart við síni tilboð fyri keyparum úr allari verðini.

Vest Norden Travel Mart verður fyriskipað av londunum í útnorði: Føroyum, Grønlandi og Íslandi. Annað hvørt ár er framsýningin í Íslandi, meðan Føroyar og Grønland skiftast um at standa á odda fyri framsýningini fjórða hvørt ár.

Keyparnir á Vest Norden Travel Mart koma fyri tað mesta úr norðanlondum og miðevropa, men eisini frá USA og nýggju marknaðunum í Russlandi og fjareystri.

Luttakandi fyritøkurnar úr Føroyum eru: ALT- Tora Tourist, Atlantic Airways, 62N, Bussferðir, GreenGate Incoming, Gjáargarður, Hotel Streym, Kunningarstovurnar, SamVit, Smyril Line, Vestmanna Tourist Center og Viljin Tours & Catering.

Umframt at hitta nýggjar keyparar er framsýningin eisini eitt gott høvi at heilsa uppá og styrkja verðandi sambond.