Ferðavinnufelagið hevur umrøtt málið á fundi, og felagið er samt um, at grindadráp tænir ongum endamáli í summar.
- Meðan Animal Planet og Sea Shepard eru í Føroyum er tað best, at vit halda okkum burtur frá grindadrápi. Vit kunnu jú ikki vita hvussu Animal Planet fer at vinkla sendingina, og kunnu tí útiloka, at vit vera framsett sum mordarar, heldur Jákup Sverri Kass.
Whale Wars er ein ógvuslig sending har Watson og hansara ferðalið nýta allar møguleikar fyri at steðga grindadrápi, og samstundis framleiða gott sjónvarp.
- Koma teir stormandi inn mitt í einum drápi kann alt henda. Menn eru heitir meðan ástendur, og fara neyvan at finna seg í, at Sea Shepard órógvar drápið, sigur Jákup Sverri Kass.
Ferðavinnufelagið heldur, at Føroyar mugu nýta ein stóran bunka av pengum til at fáa umdømi føroyinga aftur á rætta kós, um Whale Wars verður sent úr Føroyum.