Fer avkristnan fram í Føroyum?

Fyri nógvum árum síðani skrivaði eg blaðgrein við líknandi yvirskrivt.
Atvoldin ta ferðina var hon, at mær tyktist tað tørva alsamt størri bollar í løgin at vinna gudilig viðhaldsfólk. Alt gott um tað og sum slíkum gagnaðist og vónandi til varandi andaliga signing.

Eyðun Joensen

Síðani eru gudshús eins og so mangt annað andaligt virksemi vaksið kring landið, og neyvan hevur nakað so fáment samfelag so mong ymisk tilboð um at dyrka Gud eisini í sínum egna bílæti. Fólk eru so fjøllbroytt og gudsmynd teirra somuleiðis, og so skuldi alt verið so sára gott í einum frílyntum og demokratiskum samfelagi.
Men nú er aftur brøkur í, síðani málið um samkynd hevur fingið øði í grindina.
Ávísir prestar, politikarar og samkomuleiðarar hava eftir míni fatan greitt lopið framav og sláa eyvitað eisini platt upp á eitt mál, sum kann koma teimum fram í ljósið, so teir ikki vera gloymdir.
Ein løgtingslimur niðurger alment viðurkend vísundalig prógv og hóttir harumframt sum prædikumaður við almenari landavreiði frá várharra.
Annar løgtingslimur niðurger greitt lesandi ungdóm og uppaftur annar skuldsetir embætismann – ein vakthavandi politist – fyri í sínum starvi at tæna egnum privátum áhugamálum heldur enn at útinna sítt arbeiði, og hetta hóast sjálvur fútin hevur rættvísgjørt fakliga ivan hjá hesum annars skilagóða og respektabla politisti.
Tað rekur hart á kýkin fyri tíðina, og summi alment gudilig fólk eru eyðsýnt desperat, og í neyðini havna tey eingi vápn.
Íðan, hvat ríður so hesum fólkum? Ítøkiliga bíbliutrúgv? Ja, kanska og helst tað.
Men tað hevur so sanniliga eisini nakað við versliga sosialpsykologi at gera, hetta fyri ein og hvønn prís at halda saman upp á seg og síni, og um neyðugt so eisini at ”berjast ímóti vindmyllum”.
Eg havi sagt tað áður og má siga tað uppaftur, at í føroyskum átrúnaði veldst mangan meira um sosialpsykologi enn um beran átrúnað.
Tað sæst m. a. á gomlu fólkakirkjuni, eins og brøðrasamkomunum og missiónini, at tey enn hava kjølfesti, orku og yvirskot til hóvliga at festa eyguni á aðalmálið, sum er at boða gleðiboðskapin siðiliga til øll og at røkka flest øllum, óansæð hvar og hvørji tey eru, og hvussu teirra privátu forløg annars hátta sær.
Vit hava øll somul tørv á skynsamari andaligari røkt og at hoyra ein góðan gleðiboðskap, veri tað seg í lesing, í morgunandakt, í kirkju ella á møti, og vónandi kann tað aga okkum ella í minsta lagið geva okkum nakað at hugsa um, vónandi til bata.
Hinvegin beri eg bangheit fyri, at henda bondska tala og ágangurin ímóti parti av okkara meðmenniskjum kann styggja og seta álvarsamar kílar í andaliga samlívið, so at ikki bert tey beinleiðis jagstraðu og kanska serliga treingjandi venda sær frá, men eisini mong av okkum øðrum samhaldsføstu, ørvísi meðvitandi og/ella beinleiðis skyldu.
Vit orka hetta einfalt ikki, vamlast og venda okkum frá Guds sjálvbestaltaðu forsprákarum millum okkum og kanska í versta føri Gudi sjálvum vegna fáfongda øsing og bondska talu.
Í evangelisering sovæl sum í politikki er tað nevnliga serliga umráðandi at røkka fólki á markinum og fáa tey við upp í fylgið ella bara fjálga um tey, og í so máta mann Frelsunnarherurin eins og ymisk fralandamissión ganga á odda. Bert at stika av og hótta elvir til frástøðu og útistongsul.
Mær tykir, at rákið seinastu tíðina og serliga kjakið um tey samkyndu hevur elvt til størri og óneyðuga frástøðu og spjaðing, enn gott er. Ert tú ikki við mær, so ert tú ímóti mær – eingin millumvegur, og tað kemur vargur í fylgið.
Tað ljóðar einfalt, men heilt so einfalt er mannalívið í sínum fjøllbroytni ikki, annars gert tú teg inn á menniskjaliga margfaldni.
Bondsk tala og avbyrging spjaðir okkum óneyðugt og ger okkum fátækari sum meðmenniskju.
Vit hava tørv á tryggum sínamillumsamskifti uttan hóttanir um treytaleysa glatan og hóttannir um samfelagsligan undirgang.
Alternativið er ørkymlan, leiðsemi, vónsvik, sorg og sút, og at vit hava okkum burtur, kanska eisini frá Gudi sjálvum, tí at hansara sjálvbestaltaðu forsprákarar okkara millum hava ein so harðrendan boðskap at bera heldur enn gleðiboðskapin sjálvan um sínamillum kærleika, virðing fyri tí einstaka undrinum og fagnaðin um hóast alt at vera partur av einari stórari og margfaldari fjøld.
Samkynd fólk eru ein veruleiki, sum ikki slepst undan, viðgjørd ella ei.
Spurningar um kynslig frábregði eru fløktir og truplir og tørva nógvan og breiðan kunnleika íroknað eymar kenslur, og í so máta var sending í DR2 mánakvøldið um transseksuell eitt gott íkast.
Mínar arbeiðsroyndir á økinum boða ikki frá verri og stórt ørvísi kensluligum samlívi enn í so mongum føri millum mann og kvinnu, hóast tann ítøkiliga atferðin sum so ikki er heilt, sum náttúran fyriskrivar, men mær tykir, at vit sonevndu normalu fólkini fokusera alt ov mikið upp á tað møguliga ítøkiliga millum partarnar, og mann tað ikki siga nokk so mikið um okkum sjálvi og okkara døkku hugsanir.
Tað veit eg, at ikki alt millum mann og kvinnu tolir dagsins ljós, so kasti bara hin reini fyrsta steinin. Kærleikslív eru kenslur og annað enn ber brókatøk undir dýnuni.
Men aftur til upprunaliga spurdómin um avkristnan. Gamaní táttar slíkt eljustríð um karmarnar kring tey frammanundan avgjørdu, men tað styggir og spjaðir samstundis mong á síðulinjuni, síðani tey heilt einfalt ikki orka fyri tí dagførdu bondsku taluni og fordummilsisprosessini av forsprákarum, sum taka sær rættin frá Várharra.
Avleiðingin kann vera frástøða frá Várharra og gudiligum ansi og gudiligum samfelagi á jørð, og tað er stórt spell, síðani vit øll hava tørv á gleðiboðskapinum fyri eyga, oyra og sinni, men hann skal vera borðbærur og kunna sodna uttan herskin orð, fordómar, hóttanir og annan ágang afturvið.