Aftaná eitt flott annað pláss í einari skandinaviskari "Strong Woman" kapping í Kastrup í Danmark hevur Jóna Nicolajsen fingið avgjørdan hug at gera meir við at kappast í "Strong Woman" kappingum.
Næsta stóra avbjóðingin er ein "Strong Woman" kapping, ið verður í Onglandi í februar komandi ár.
Jóna Nicolajsen fer tó ikki at sleppa fótbóltinum, har hon hevur vart málið hjá bæði B36 og hjá landsliðnum, so eitt hendingaríkt ár er í vænti.
TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr Jónu Nicolajsen greiða frá.