Tá Evald Johannesen í Klaksvík, kom á íverksetaraskeið í Íverksetarahúsinum í vár, hevði hann eina áhugaverda virkisætlan við sær, - eina ætlan um ein paintball-bana.
- Men eg hevði tá mestsum slept ætlanini. Á skeiðinum kom eg tíbetur í samband við fleiri aðrar íverksetarar, og tá bar betur til.
- Hetta kveikti bæði hugin og initiativið aftur, greiðir Evald frá á heimasíðuni hjá Ívekrsetarahúsinum í Klaksvík.
Evald brúkti síðani ráðgevingina í Íverksetarahúsinum til sparring og til at fínpussa sína virkisætlan.
Í dag sær ein longu úrslitið: Paint-ball er á skránni á Norðoyastevnuni, sum fer av bakkastokki í dag.