Fer ikki at virða krav um loysing

Spanski forsætisráðharrin hevur ongar ætlanir um at lata katalonar fara sín egna veg

Óansæð hvat, so fer spanska stjórnin ikki at virða nakað sum helst krav frá katalonum um loysing. Tað eru boðskapurin frá spanska forsætisráðharranum Mariano Rajoy í samrøðu við spanska blaðið El Pais, sum BBC endurgevur.


- Stjórnin fer at tryggja, at ein og hvør kunngerð um loysing ikki ber á mál, endurgevur El Pais forsætisráðharran fyri at siga.


Í samrøðuni við blaðið sýtir forsætisráðharrin eisini fyri at útilokan møguleikan fyri at brúka §155 í sponsku grundlógini, ið gevur landstinginum heimild at leggja uppí stjórnanina av einum sjálvstýrandi øki, skrivar BBC.


Umframt at sýta einum møguligum kravi um loysing, so ger forsætisráðharrin greitt, at hann als ikki er sinnaður at fara í samráðingar við katalonar um at loysa kreppuna, ið er íkomin aftaná fólkaatkvøðuna í síðstu viku, har 90% av teimum, ið fóru á val, atkvøddu fyri loysing. Valið gekk tó ikki friðarligt fyri seg, tí spanskir myndugleikar gjørdu tað teir kundu fyri at forða atkvøðuni og umleið 900 fólk fingu løstir í samanbresti við løgregluni á valdegnum.


Hægstirætturin í landinum hevði frammanundan staðfest, at fólkaatkvøðan var ólóglig, tí hon var brot á landsins grundlóg, og gjørdi tað sítt til, at einans 43 prosent av veljarunum fóru á val. Mett verður nevniliga, at tey, ið ynskja, at Katalonia verður verandi partur av Spania, valdu at sita heima heldur enn at fara á val.


Í gjár valdu tó tíggjutúsundtals av katalonum, at fara út á gøturnar og heita á partarnar um at finna eina friðarliga loysn á stríðnum.


Bíða verður annars í spenningi eftir næsta leikinum í strembanini hjá katalonum eftir loysing. Eftir ætlan skuldi katalonska landspartatingið møtast mánadagin, har mett varð, at tingið fór at koma við eini kunngerð um loysing, men spanski grundlógardómstólurin hevur sett forboð fyri tingfundin við tí grundgeving, at tingfólk ikki hava heimild at krevja loysing. Rætturin tók støði í málinum eftir, at katalonski sosialista flokkurin, ið er sambandsflokkur, bað rættin taka støðu til, um fundurin var lógligur.